”Vit hava ikki ráð at oyðsla við lendi ella sjóvarstrond”. Hesi beinraknu orðini segði býráðslimurin Marin Katrina Frýdal við Sosialin tann 28. November 2014. Tað var í sambandi ætlanina at byggja út Tórshavnar Havn eystanfyri.
Hetta merkir, at hon eisini má taka undir við kaldbaksfólki í 2017. Kaldbaksfólk hava eisini ta áskoðan, at vit skulu ikki oyðsla við lendi ella sjóvarstrond.
Marin Katrina er ikki bara býráðslimur fyri Havnina, men eisini fyri Kaldbak. Tað, sum var galdandi fyri Havnina, má eisini vera galdandi fyri Sund og Kaldbaksfjørð. Hon kann ikki gera mun á havnarfólki, og teimum sum búgva við Kaldbaksfjørð.
Marin Katrina stríddist sum úlvur á skóg ímóti stóru útbyggingini á Skansatanga. Stríðið hjá henni – eins og mongum øðrum – hevði við sær, at ætlanin at fylla grót upp sunnan fyri Skansan varð slept.
Men munurin er tann, at tá sat Marin Katrina í minniluta. Hon hevði í veruleikanum lítla og onga ávirkan. Hon var sett uttanfyri. Ídag situr Marin Katrina við valdinum. Hon kann avgera alt.
Grundgevingarnar hjá henni ímóti at byggja út Skansabryggjuna vóru fleiri. M.a. umhvørvi, ferðsla og larmur. Harafturat helt Marin Katrina, at havnamálið varð ov villa kannað.
Í grein á heimasíðu síni tann 27. November 2014 skrivar hon um havnaútbyggingina, at ”ætlanin er als ikki gjøgnumhugsað býarskipanarliga, og málið verður trumfað ígjøgnum…”
Eg spyrji, um vitleysa náttúruoyðingin á Sundi er gjøgnumhugsað býarskipanarliga? Og eg loyvi mær at páhalda, at summir politikkar – saman við byrokratum og teknokratum – royna at trumfa náttúruoyðingina á Sundi ígjøgnum.
Mong nikkaðu helst játtandi, tá Marini Katrina skrivaði, at ”tíbetur eru nógvir borgarar í Tórshavnar kommunu nú vaknaðir og reisa seg móti hesi sera ivasomu útbygging…”
Í Kaldbak eru borgararnir eisini vaknaðir. Teir hava reist seg móti eini ivasamari útbygging. Í hesum føri oyðing. Eg rokni við, at Marin Katrina fegnast um, at borgarar í Kaldbak eru vaknaðir. Og eg rokni við, at hon hevur somu áskoðan um viljan hjá kaldbaksfólki, sum hon hevði um viljan hjá nógvum borgarum í Tórshavnar kommunu. Men nú er munurin, at hon kann fremja borgaraviljan í verki, tí nú hevur hon valdið. Íð hvussu er á politikkarunum. Verri er kanska við byrokratunum og teknokratunum.
Eg ivist ikki í, at Marin Katrina vil verja náttúruna og umhvørvið. Hon er ”grøn”, men hon er ikki grøn í politikki. Hon heldurt tí, at felagsskapurin hjá okkum øllum – kommunan – skal ikki endurtaka gomul mistøk, tá hon slær fast:
”Illa umhugsaðu havnaíløgurnar á Sundi og á Oyrareingjum áttu at fingið okkum at steðga á og hugsa okkum væl um”. (Marin Katrina Frýdal á heimasíðu síni tann 27. November 2014).
So satt so satt. Tað kann ikki sigast betri.
Marin Katrina kann tí ikki hava sitandi á sær, at hon var við til at gera skaðan á Sundi uppaftur størri. Gamla grótkastið á Sundi er ein býarskipanarlig skomm. Og skommin verður upp aftur størri, um Marin Katrina – saman við hinum byráðslimunum – leggur einastu fjøruna við malargróti í Suðurstreymoy undir tunnilsgrót. Ímóti viljanum hjá næstan øllum borgarunum í Kaldbak. Ímóti fólkaviljanum. Ímóti fólkaræðinum.
Nú verður talað um at eira Sundsá. Men Sundsá og fjøran á Sundi er ein samanhangandi eind. Og kaldbaksfólk hava við undirskrift síni sagt, at tey vilja varðveita alla náttúruna eystan fyri verandi skemmandi grótkast. Tey hava mótmælt einum grótkasti og einum vinnuøki.
Marin Katrina, tak fólkaviljan í Kaldbak í álvara! Steðga hasi illa umhugsaðu ætlanini. Vís í verki, at tú veruliga meinar, at vit ”hava ikki ráð at oyðsla við okkara sjóvarstrond.”
Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak tann 22. mai 2017
Jóhann Mortensen