Danska flogbóltsfelagið, Marienlyst, sum hevur føroyingin, Bárður Bendix Mikkelsen sum venjara, er væl á veg at vinna danska meistaraheitið triðja árið á rað.
DM finalan í ár stendur millum Marienlyst og Gentofte, og fyrsta dystin vann Marienlyst 3-0 á heimavølli. Næsta dystin vunnu menninir hjá føroyska venjaranum á útivølli, 3-1, og nú verður so vónað, at liðið kann vinna triðja dystin eisini.
Felagið hevur vunnið meistaraheitið tvey tey undanfarnu árini, og tí kunnu teir vinna triðja árið á rað, um teir vinna dystin í kvøld á útivølli.
Dysturin verður leiktur í Gentofte og byrjar klokkan 19.










