Mariannn við á Elle Style Awards

Tá mótasýningin Elle Style Awards, verður mikudagin 15. mai í Keypmannahavn, er tað føroyska Mariann K. Ivansdóttir, sum skal gera hár hjá fleiri av modellunum.

Talan er um størstu mótasýningina í Danmark.

Mariann K. Ivansdóttir, sum eigur og rekur hárfríðanarstovuna Royal Intercoiffure, er biðin um at standa á odda fyri Balmain Hair Extensions til ekslusivu mótaframsýningina hjá Ole Lynggard Copenhagen.

Føroyska hárfríðkanarkvinnan skal seta hárekstensions í hjá eini 20 modellum.

- Ein hárfríðkari í Danmark hevur fingið ábyrgd av øllum hársetanunum til showið, og hann setti seg í samband við meg, og spurdi um eg kundi taka mær av at seta hárekstensions í hjá eini 20 modellum, greiðir Mariann K. Ivansdóttir frá.

Føroyska hárfríðkanarkvinnan fegnast um at hava fingið hesa uppgávuna.

- Hetta er fantastiskt fyri meg og eisini ein stór avbjóðing, tí talan er jú um ta størstu mótaframsýningina í Danmark, og tískil leggja nógv fólk merki til alt tað, sum verður at síggja á pallinum, sigur Mariann K. Ivansdóttir.

Hon ivast ikki í, at hetta kann hava eina ávísa ávirkan á hennara framtíð sum hárfríðkanarkvinna.

- At eg eri við í einum so stórum tiltaki, ger sjálvandi, at eg fái møguleika at gera vart við meg uttanlands og kanska kann fáa fleiri slíkar spennandi uppgávur. Fyri at gera seg galdandi innan hetta yrki, so er neyðugt, at tú ert sjónlig, sigur Mariann K. Ivansdóttir, sum fleiri ferðir áður hevur verið við til at gjørt hár til stórar mótasýningar. Tó er hetta tann størsta mótasýningin, sum hon er partur av.

Mótatiltakið verður í Keypmannahavn komandi mikudag, og tey sum ikki eru í Danmark tá, fáa møguleika at síggja stóra showið á sjónvarpsskígjanum, tí mótasýningin verður víst á donsku rásini TV3 tann 26. mai.

Mynd: Heinesen Myndir