Í seinastu útgávuni av danska ferðavinnublaðnum Travel People stóð ein grein um at stjórin á Mayfair Hotel í Keypmannahavn og Malmø, Marianne Laiderz, skuldi giftast við føroyinginum Ásvaldi Simonsen í Dómkirkjuni í Havn týsdagin 30. desember 2003.
Ásvald Simonsen er 44 ára gamal og úr Hoyvík, har hann eisini vaks upp.
Eftir at hava fingið sær handilsútbúgving hevði hann í fleiri ár egnan ítróttarhandil í Havn. Fyrst í 80-uunum hevði hann eisini ein hýruvogn koyrandi á bilstøðini Auto í Havn.
Síðan 1984 hevur Ásvald búð í Danmark. Hann er umboðsmaður fyri týsku Polytan fyritøkuna og selur t.d. kunstgras til ítróttarvøllir, rennibreytir og stólar til ítróttarøkir. Hann selur eisini til Føroyar.
Marianne Laiderz er útbúgvin innan hotellvinnuna og hevur seinastu árini verið stjóri á Mayfair Hotel í Keypmannahavn og Malmø. Stjórastarvið í Keypmannahavn hevur hon sagt frá sær nú til árskiftið, tí hotellið er selt og kemur at hoyra til eina aðra hotell-ketu.