Mariann tosar um Lundin í kvøld

Í kvøld greiðir Mariann Ingridardóttir Klein frá sínum parlagi við Peter Lundin á DR og í KVF.

28. september í 2008 gjørdi Mariann Ingridardóttir Klein sítt lívs størsta mistak, tá hon gifti seg við drápsmanninum Peter Lundin. - Tað er tað býttasta, eg nakrantíð havi gjørt, sigur hon. 

 

Sosialurin í dag hevur skrivað ein samandrátt av fleiri samrøðum og greinum, sum vit hava havt við Mariann Ingridardóttir Klein, síðani tað gjørdist alment, at hon gifti seg við Peter Lundin. 

 

Í kvøld í KVF og á DR verður ein sending um Mariann Ingridardóttir Klein og hennara parlag til hópdrápsmannin Peter Lundin.

 

Mariann greiðir frá tí dupultlívinum hon livdi, eftir at hon í 2006 fyrstu ferð vitjaði Peter Lundin í fongslinum. Hon var bert 22 ára gomul, men longu sum 15 ára gomul setti hon seg í samband við hann fyrstu ferð. 

 

Hon fekk hug at honum eftir eina sending, sum varð sýnd í donskum sjónvarpi, um hansara lív. 

 

Eftir hetta skrivaðu tey millum sín og í 2008 valdi hon at lata seg gifta við hópdrápsmanninum. 

 

Sendingin kann eisini síggjast longu nú á hesari leinkjuni: 

 

www.dr.dk/tv/se/lundin/-/dr3-dok-morderen-pa-den-hvide-hest