Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur hárfríðkanarstovuna Royal Intercoiffure í Havn, skal standa á odda fyri at menna hárfríðkanarmótan í 2017. Tað skrivar Kvinna.
Tá heimshármótin skal vísast fram í New York í oktobur, vera tað verkini hjá Mariann Klein Ivansdóttir, sum verða víst fram. Tað er Bettina Frank, norðurlendskur listar-stjóri hjá Intercoiffure, sum hevur biðið hana standa fyri Mondial-samlingini hjá Intercoiffure á framsýningini í New York.
- Eg dansaði og hoppaði á gólvinum, meðan eg tosaði við hana, og sjeikurin stóð bara sum kánus og visti ikki, hvat gekk fyri seg, sigur hon við Kvinnu, um hvussu tað var at fáa boðini.
Mariann Klein Ivansdóttir er eftir øllum at døma høgt í metum innan Intercoiffure. Hetta er triðja árið, at hon er partur av at gera mótaframsýningina, men fyrstu ferð, at hon stendur einsamøll á odda.
- Men í ár hevur leiðslan í felagsskapinum sjálv biðið meg staðið fyri heimskollektiónini, saman við seks øðrum frisørum úr øllum heiminum. Tað er so stórt, at eg trúgvi tí næstan ikki, sigur Mariann.
Øll samrøðan er at lesa á kvinna.fo.











