Mariann á odda til Paris Fashionweek

Danskir miðlar við serligum atliti til móta, hava seinastu mánaðirnar verið á tremur við tíðindum um Balmain Hair Couture, sum føroyska Mariann Klein Ivansdóttir er umboðskvinna fyri í Danmark eins væl og í Føroyum. 

 

Tí meðan føroyingar hava havt Balmain til taks í landinum í fleiri ár, so hava danir nústani fingið atgongd til vørur frá Balmain Hair Couture, umvegis føroysku umboðskvinnuna. 

 

Mariann Klein Ivansdóttir hevur sostatt uppbygd sær eitt gott navn í altjóða hármótaheiminum og seinastu árini hevur hon verið partur av Balmain shownum í Paris Fashionweek. Soleiðis var eisini í ár, tá ið Mariann og aðrar hárfríðkanir frá øllum heiminum stóðu á odda fyri "lookinum" hesaferð. 

 

Danska Elle Magazine var við handan pallin, tá ið Mariann og hini fríðkaðu høvdini á vøkru modellunum. Og hesaferð snýr tað seg um at fáa eitt sokallað "wet-look". 

 

- Vit hava brúkt trý ting. Vatn, Sessin Spray (hárspray) og Argan Elixir (olju). Ger hárið vátt og deil tað í eina reik. Spreiða síðani hárspray í botnin og endað við argan elixir, so tú fært eitt vátt look, sigur Mariann Klein Ivansdóttir við elle.dk. 

 

Les greinina á Elle her: Paris Fashion Week FW/17: Backstage til Balmain Hair Couture

 

Og sí myndir, sum Mariann Klein Ivansdóttir sjálv hevur tikið, her.