Mariann kennir seg ikki aftur

Øll lýsingin av mær sum menniskja var fremmand og langt frá tí, sum eg í veruleikanum eri, sigur Mariann Poulsen í Vikuskifti hjá Sosialinum í dag. Hon harmast um viðferðina, sum hon hevur fingið í miðlunum og millum fólk.

Mariann Poulsen gjørdist kend um land og ríkið, tá ið hon gifti seg við drápsmanninum Peter Lundin. Bløðini fingu nógvar forsíður burtur úr søguni, men Mariann Poulsen sigur seg als ikki kenna seg aftur í søgunum, sum hava verið um hana.

- Eg hevði aldrin ímyndað mær, at pressan skuldi fáa so stóra ávirkan á mítt lív, men maktin hjá teimum er stór, sigur Mariann Poulsen í einum almennum brævi, sum hon hevur lagt á heimasíðuna Kandetpasse.

- Umrøðan, sum eg fekk eftir giftarmálið við Peter Lundin, hevur millum annað havt við sær, at eg varð biðin um at gevast á skúlanum, har eg gekk, og øll lýsingin av mær sum menniskja var fremmand og langt frá tí, sum eg í veruleikanum eri, sigur Mariann Poulsen.

Meira kann lesast um Mariann Poulsen í Vikuskifti, sum er í Sosialinum í dag.