Eftir ein kaldan vetur og nógva styling og hárspray, er hárið hjá nógvum av okkum blivið heldur turt og glansleyst. Her eru nøkur góð ráð frá Mariann Klein Ivansdóttir, eigara av Royal Hárfríðkan, um hvat ein sjálvur kann gera fyri at fáa hárið at skína aftur.
1. Brúka góðar góðsku vørur til títt hár, so sum shampoo, balsam og styling vørur.
Góðskuvørur skulu ikki undir metast, tí í longdini kemur tað at merkjast.
2. Eitt tað mest effektiva her og nú, sum vit eiga at brúka aðru hvørja viku, er hárkurur/hármaska, ið gevur hárinum nógvan fukt og eitt verjandi lag soleiðis at hárið fær glans beinan vegin.
3. Brúka altíð hitaverjandi vørur. Av tí at hitin frá bæði fønara og styling jarni ger, at hárið turkast upp og til endans slítist, sjálvt um tú brúkar tey bestu styling jørnini, ið ikki eru líka heit og ring fyri hárið, so er hiti ongantíð góður fyri hárið. Sum eitt bonus, so hava tær flestu hitaverjandi vørurnar nógv góð verjandi evni í, sum setast í gongd við varmanum.
4. Haldið ikki tí heita fønaranum ov tætt at hárinum, tí tað kann brennast. Halt fønaranum uml. 20-30cm frá hárinum.
5. Hevur tú langt hár, syrg so fyri at hárið ongantíð fløkjist, tá tú svevur. Og tá ið tú íðkar ítrótt, hav so hárið í flættu ella hala. Tí hárið slítist av at greiða fløkjurnar úr aftur.
6. Eru endarnir ikki bara turrir, men slitnir, so er at fáa tað slitna klipt av, tí tað slitna fær bara alt hárið at síggja lívleyst út, og um tað ikki verður klipt av, so slítist hárið bara meir- So burtur við slitnum endum.
-Tað er fantastiskt hvat eitt sunt, glansut og lekkurt hár kann fáa ein til at strála,
Minst til, hárið er jú krúnan á vakurleikanum, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.









