Hondbóltur
Ingi Olsen kundi valla sagt tað á betri hátt enn tað sama, tá hann gjørdi sínar viðmerkingar í upptaktini til steypafinaluna. Mest rutineraði vestmenningurin av øllum staðfesti, at skuldi finalan vinnast, so skuldi hetta gerast í høvdinum.
Hann kundi kanska eisini vent tí eitt sindur á høvdið, tí var tað nakað stað, at vestmenningar taptu finaluna leygardagin, so var tað júst í høvdinum.
Vórðu skjótt fýstir
Stóran part av dystinum vóru tað nevnliga teir gulu, sum høvdu greiða yvirvág. Strandingar framdu munandi fleiri mistøk, enn teir vanliga gera í slíkum dysti, og aloftast vóru vestmenningar menn fyri at revsa hesi. Sjálvt Marian Cirloganescu í málinum tóktist ikki hava ein av sínum skjótt vanligu finaludøgum, og so gjørdist tað serstakliga trupult hjá StÍF.
Tað gingu heldur ikki meira enn smáir 10 minuttir, áðrenn teir tveittu ætlaða trumfin á vøllin. Sveinur Justinussen hevur als ikki spælt í ár, men í evstu løtu varð hann tó meldaður klárur til dystin leygardagin. Ivaleyst var ætlanin, at StÍF við hesum kundi hava eitt vápn, sum skuldi tveitast á vøllin seinastu løtuna, um støðan kravdi tað, men tann parturin av tankanum hvarv so, tá ungi stórskjúttin somikið skjótt varð tveittur inn.
Eli í hopla
Marian Cirloganescu hevur fyri tað mesta verið eitt við steypafinalur, men leygardagin var tað fyri tað heilt nógva ein annar málverji, sum stjól myndina.
Eli Müller í VÍF-málinum kom heilt skjótt at standa heilt sterkur í myndini. Sum fyrri hálvleikur leið, so gjørdust strandingarnir alt meira frustreraðir, tí líkamikið, hvussu teir bendu skotunum, so tóktist vestmenningurin at standa fyri teimum. Vakrast var kanska dupultbjargingin, sum hevði móti Rúna og Bent ta einu ferðina, men tað stóð øllum sólarklárt, at við hetta lag skuldi tað verða meira enn vanliga trupult hjá StÍF at toga steypið heim við sær.
Eisini tí VÍF nú veruliga hevði fingið sjálvsálit í sítt spæl. Enn vórðu villurnar kanska dekan ov nógvar í tali, men tá málverjin soleiðis borgaði fyri, at flestu av hesum vóru kostnaðarleysar, merkti hetta ikki sjálvsálitið. Eitt sjálvsálit, sum bara øktist, eins og munurin á talvuni eisini gjørdi tað.
Skuldu stongt dystin
At strandingar byrjaði nakað nógv meira offensivt eftir steðgin, endurskapti aftur vónina um eina spennandi finalu. Tó at vestmenningar fyrstu longu løtuna hildu tørn í sannari málveitslu, so var vissan í spælinum ikki longur tann sama. Teir gulu tóktust brúka nógv fleiri kreftir til hvørt einstakt av sínum málum,
Eli var heldur ikki longur sami múrurin, sum hann var tað fyri steðgin, og eitt skifti sendu vestmenningar sjálvan fíggjarmálaráðharran at verja netið millum stólparnar.
Hetta munaði eisini eina løtu. Tá farið varð undir seinasta sættapartin av dystinum, høvdu vestmenningar strítt seg upp á fimm-mála leiðslu, og so skuldi tann dysturin verið avgjørdur.
Taptu sálarkríggið
At tað kortini ikki gekk so, eru helst fleiri orsøkir til. Men so nógv tann fremsta av hesum er uttan diskussión sálarligi parturin av spælinum.
Vestmenningar høvdu sigurin so nær, at teir mest sum kundi nerta við hann. Kendu helst eisini rómin av steypinum, sum stóð hálvan metur frá miðlinjuni. Arbeiðið skuldi bara gerast liðugt, áðrenn gongan kundi fara móti bankastjóranum, sum skuldi handa steypið.
Men so gekk alt galið. Bæði millum spælarar og venjara tóktist panikkurin brádliga at breiða seg. Hugtakið frá Willy Raillo um at tora at vinna, gjørdist meira aktuelt enn nakrantíð, tá spælarar ferð eftir ferð framdu mistøk í álopspartinum. Antin við at fremja reguler teknisk mistøk, ella við at skjóta, langt áðrenn hetta var neyðugt.
Og tað gjørdi tað neyvan lættari, at bonkurin nú var farin í holt við eina støðuga útskifting av fólki. Ein útskifting, sum bar við sær, at álopsketan neyvan var tann sama tvey álop á rað.
Ikki minst á áskoðaraplássunum tóktist sálarfrøðin gera um seg. Tí hóast VÍF enn var framman fyri á talvuni, so var stórur munur á decibel-talinum, sum mál frá báðum liðunum høvdu við sær. Takið á høllini nærum lyftist uppfrá, hvørja ferð StÍF sendi bóltin í kassan, meðan talan hjá VÍF meira tóktist um eitt djúptt suff, tá teirra menn skoraðu.
Steypaliðið av øllum
At Marian nú eisini fór at sveiggja seg upp, gjørdi ikki støðuna betri. Størsta kynstrið hjá einum góðum spælara er aloftast, at hesin er góður, júst tá tørvurin er størstur. Og í so máta mundi Marian hava eitt innbygt stoppur við sær hendan dagin. Varð stórspælið togað fram bara ein minutt seinni, kundi endin av dystinum væl verið ein heilt annar,
Einasti spælarin hjá VÍF, sum ikki tóktist hava trupulleikar av málverjanum, var Regin Joensen, men tá hann í fleiri førum varð hildin á beinkinum, hvarv tann hóttanin eisini.
Ístaðin varð álitið sett á skotroyndir útifrá, men vórðu hesar ikki blokkaðar av stórspælandi Borgar Danielsen í verjuni, tóktist Marian hava tamarhald á teimum flestu, og tað var eisini bjargingin hjá StÍF.
Tí heldur ikki teir spældu uttan mistøk seinastu løtuna. Bara góðan minutt fyri dystarlok, vildi Finnur Hansson avgera alt sjálvur, men forkølaða skotroyndin gav VÍF góða tíð til sítt álop. Her framdi Áki Olsen tó sama mistak, og so kundu strandingar fara í sítt seinasat álop. Har gjørdist Sveinur Justinussen í besta H.C. Andersen-stíli hetjan, tá hann sendi seinasta bóltin í kassan, og so kundi Marian enn einaferð sveiggja seg upp, tá hann fekk fótin á seinastu skotroyndina frá Áka Olsen. Og so var sigurin heima, og strandingar vistu tað.
Hondbólturin vann
Seinasta bjargingin fekk spælararnar at tysja inn í málteigin, áðrenn seinastu sekundini vóru runnin av klokkuni. Kanska kundu dómararnir eisini valt at tveita onkran spælara út og geva VÍF eitt seinasta tríggja-metra kast, tá bólturin varð tikin frá Marian, meðan tvey sekund enn vóru eftir á klokkuni, men svørtklæddu menninir, sum komu væl frá uppgávuni, dugdu eisini at hava fingurin á pulsinum, soleiðis at hondbólturin kundi vinna á paragraff-ryttarínum. Nakað sum føroyskur hondbóltur kanska hevur saknað seinastu tíðina.










