Marian Cirloganescu: Rumenski múrurin kennir seg heima í Føroyum

- Tá ið eg eri í Føroyum, sakni eg Rumenia. Men tað løgna er, at eg sakni Føroyar, tá ið eg eri í Rumenia um summarið, sigur Marian Cirloganescu. Hann hevur nú í seks ár staðið í mál fyri StÍF. Hann gleðir seg til at spæla steypafinalu fyri sættu ferð



Marian Cirloganescu hevur nú í 6 ár verið málverji hjá StÍF. Hann hevur roynst avbera væl og er fleiri ferðir blivin valdur til ársins málverja í føroysku kappingini. Hann er vorðin ein favorittur millum áskoðararnar. Ikki einans fyri hansara spæl á vøllinum, men eisini fyri hansara persónligheit annars.
Marian er venjari hjá yngru liðnum, og hann arbeiðir eisini av og á hja Viking Seafood á Strondum. Øll lata væl at honum. Tað tykist sum at hann er fallin væl til á Strondum.
Sosialurin hittir Marian í høllini á Skála beint áðrenn besta liðið hjá monnunum skal venja. Marian er fryntligur og fyrikomandi. Hann dugir at tosa eitt sindur føroyskt, og hann skilir mestsum alt, um tað verður tosað føroyskt við hann.
Vit velja tó at samskifta á enskum – allarmest fyri at undirritaði kann fáa venjing í enska málinum.

Satsaði uppá hondbóltin
Marian byrjaði at spæla hondbólt sum 10 ára gamal. Hann spældi við liðnum Universitatea Craiova.
Hann fót í skúla sum 6 ára gamal og bleiv liðugur sum 18 ára gamal. Eftir hetta fór hann á ítróttaruniversitet.
- At byrja við var hondbólturin einans til stuttleikar, men sum 15-16 ára gamal fann eg útav, at eg kundi liva av tí, sigur Marian.
Hann hevur spælt við fleiri ungdómslandsliðum hjá Rumenia.
- Eg havi spælt frá U15 landsliðnum upp til U21. Tá ið eg slapp við á U-landsliðið, gjørdi eg av at satsa uppá hondbóltin. Tað gekk væl í mínum ungu árum. Eg spældi við í bestu deildini í Rumenia og var inni á landsliðnum.
- Sum 20 ára gamal fekk eg tó ein sera keðiligan knæskaða, og tá misti eg sambandið til landsliðið. Eg havi ikki verið úttikin síðani. Tað var óheppið, at eg skuldi gerast skaddur júst tá, sigur Marian.
Hann hevur tó roynt mangt sum hondbóltsspælari. Hann hevur millum annað spælt tveir Evropa Cup dystir.
- Eg havi spælt móti danska málverjanum Kasper Hvidt og Joachim Boldsen, sigur Marian.

Føroyar ein spennandi avbjóðing
Sum 25 ára gamal kom Marian til Føroya í 2001. Vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at ein málverji við slíkari fortíð og slíkum evnum velur at koma til Føroya.
- Tað var Costin Dumitrescu, sum bað meg koma. Hann var leikandi venjari hjá StÍF tá, og hann fortaldi nógv positivt um Føroyar. Tá var eg eisini í einari serligari støðu í Rumenia. Eg var ikki so væl um sátt við fólkini rundanum mítt táverandi lið, og tí var tað náttúrligt at royna okkurt annað.
- Dinamo Bukarest góðu mær eisini eitt tilboð, men eg valdi heldur at koma til Føroya. Satt at siga var eg eitt sindur troyttur av proffesionellum hondbólti. Tað kann mangan vera ein hørð verð.
- Tá ið eg fór, visti eg ikki, um tað var rætta avgerðin at koma til Føroya. Men nú eri eg vísur í, at eg valdi rætt. Eg havi ongantíð kent tað sum eitt afturstig at koma til Føroya men heldur sum eina nýggja avbjóðing. Eg kenni meg heima á Strondum, og eg trívist á liðnum, hóast støðið er lægri enn í Rumenia, sigur Marian.

Veit ikki hvat er heima
Marian hugsar tó onkuntíð um, at hann kundi havt spælt á hægsta stigi.
- Tá ið eg síggi HM í hondbólti í sjónvarpinum og síggi Kasper Hvidt, sum eg havi spælt ímóti, klára seg so væl, so hugsi eg sjálvandi, at ”hatta kundi veri eg”. Men tað er ikki nakað, sum plágar meg. Eg eri væl nøgdur við tað, sum eg geri. Eg haldi eisini at tað er spennandi at spæla stepakappingarfinalu í Føroyum, hóast eg ikki sleppi at spæla í HM, sigur hann smílandi.
Eftir hesi árini í Føroyum veit Marian ikki ordiliga, hvar hann følir seg mest heima.
- Tá ið eg eri í Føroyum, sakni eg Rumenia. Men tað løgna er, at eg sakni Føroyar, tá ið eg eri í Rumenia um summarið. Eg eri rættiliga ørkymlaður, tí at eg veit ikki, hvar eg skal búgva. Familjan er í Rumenia, og tað er torført at vera burtur frá teimum. Men eg og konan eru fallin sera væl til í Føroyum, og sonurin er føddur her, sigur Marian, sum tó væntar, at tey fara at flyta til Rumenia einaferð, tá ið hann gevst við hondbóltinum.
- Sum nú er vænti eg, at vit flyta aftur til Rumenia einaferð. Men tað er ikki einans til mín at avgera. Í Føroyum hevur sonurin eitt trygt umhvørvi at vaksa upp í, og møguliga fer hann at fella til her. Eg taki ein dag í senn, og eg kann ikki siga, hvat framtíðin ber við sær, sigur hann.

Lesur í Rumenia
Marian og familjan eru í Rumenia um summarið. Tá vitja tey familju. Marian arbeiðir ikki nakað serligt teir mánaðirnar, hann er í Rumenia.
- Eg slappi av og vitji familju og kenningar, meðan eg eri í Rumenia. Annars lesi eg eisini til Master í High Performance Sports. Tað er ein útbúgving, sum eg kann nýta til at gerast venjari. Eg eri til próvtøkur, meðan eg eri í Rumenia, sigur Marian, sum hevur ætlanir um at gerast venjari, tá ið hann gevst at spæla hondbólt.
Um Maian fer aftur til Rumenia nú, er hann væl fyri fíggjarliga, men hann er tó ikki nakar ríkur maður.
- Livistøðið í Føroyum er høgt, men prísirnir eru eisini høgir. Tú sært ikki mun á fólki her. Øll eru miðalklassa. Í Rumenia eru summi, sum eru sera rík, men so eru summi blóðfátæk. Eg eri ein eitt lítið sindur yvir miðalklassa í mun til rumenskar umstøður. Eg kann hava ein penan bil og eina leigligheit. Tað eru ikki nógv fólk, sum hava ráð til leiligheit, sigur hann.

Steypafinalan fyri 6 ferð
Marian er, um nakar, ”mr. steypakapping”. Hann hevur verið í steypafinaluni 5 ferðir og hevur vunnið 4 ferðir. Marian hevur eisini í hvørjari finalu víst stórspæl, og strandingar eru samdir um, at hann hevur stóran part av æruni fyri, at StÍF hevur verið einaráðandi í steypakappingini. Marian er spentur til leygardagin, tá ið StÍF og VÍF hittast í ársins steypafinalu.
- Steypakappingin er heilt vist hæddarpunktið í kappingarárinum. Eg vil vinna, men eg kann einki siga áðrenn dystin. Eg vænti, at tað verður ein spennandi dystur móti einum sterkum VÍF liði, sigur Marian at enda.


Fakta um Marian Cirloganescu

Føddur 25.01.1976
Heimstaður er Craiova
Giftur við Simonu úr Rumenia
Tey eiga ein son - Eric

Marian um kommunismuna

- Tað er stutt síðani at Rumenia slapp í kommunistisku klórnum. Eg haldi, at kommunsma í teori er ein góð samfelagsskipan, men hon riggar bara ikki í praksis. Summi fólk fáa meira og meira vald og misnýta tað. Tað sær betri út fyri Rumenia, nú tey hava fólkaræði, og tey eru komin uppí ES

Marian um føroyskan mat
- Eg skal ikki siga, at eg havi roynt allan føroyskan mat, men mær dámar tað heilt væl. Serliga skerpikjøt smakkar væl. Tað er við føroyskum mati eins og við einum góðum sangi: Tú skalt hoyra ein góðan sang fleiri ferðir, áðrenn hann setir seg fastan. Eg mátti eisini royna matin nakrar ferðir, áðrenn hann fall í mín smak

Marian um føroyskan hondbólt
- Eg eri keddur av at siga tað, men støðið er lækkað, síðani eg kom hertil fyri seks árum síðani. Men tað eru nógvir ungir leikarar, sum kunnu koma langt, um teir vilja nakað við hondbóltinum. Her kann eg nevna Sveinur Justinussen, Rókur Akralíð og Regin Joensen

Marian um trúgv
Í Rumenia eru flest fólk ortodoksir katolikkar. Tað er sera ópersónligt, og tað eru nógvir reglar og ritual. Í Føroyum bleiv eg positivt yvirraskaður av, at presturin í kirkjuni er so persónligur, og hann hevur eina gleði í tænastuni. Alt er meira opið, og fólk eru góð við hvønn annan. Eg kundi væl hugsað mær at gingið meira í kirkju