Maria í Ullvøruhúsinum 60 ár

Týsdagin 2. februar, á kyndilsmessu, verður Maria Andreassen Hentze í Havn 60 ár.

Maria í Ullvøruhúsinum, sum hon altíð hevur verið nevnd, er sjúkrarøktarfrøðingur, og nógv komast við hana fyri hennara yndisliga sang og guitarspæl. 


Maria er havnarfólk. Pápin var Leivur Andreasen ella Leivur í Ullvøruhúsinum, og mamman er Kirstin fødd Guttesen og ættað av Tinghúsvegnum. Kirstin og Leivur fingu tvey børn – Mariu (1950) og Jens (1953). 


Maria vaks upp í Ullvøruhúsinum, har nógv fólk kom á gátt, og har gestablídnið var stórt. Pápin hevði verkstað, og so var handilin í Ullvøruhúsinum undir somu lon. 


Eftir barnaskúlan í kommunuskúlanum fór Maria í Hoydalar, har hon leyk realprógv, og áðrenn hon fór at læra til sjúkrasystir, var hon á bíbliuskúlanum Capernwray í Onglandi og á húsarhaldsskúla í Århus.

Í 1973 leyk Maria prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrarøktafrøðisskúla Føroya. Hon hevur starvast á føðideildini og á psykiatriska deplinum, har hon framvegis er í starvi. Í nøkur ár búði Maria í Kanada, har hon fekk kanadiska autorisatión og arbeiddi sum sjúkrasystir. Ikki minst í starvinum sum sjúkrasystir hevur hennara fyrikomandi og blíða lyndi verið kærkomið.

Maria eigur fýra børn: Lena (26.09.1974), Leif (01.01.1976), Lars (08.11.1984) og Lisa (22.09.1989). Lena er gift Niclasi Johannesen úr Saltangará, og Leif er giftur Bjørg Mohr úr Fuglafirði. Øll børnini búgva í Havn uttan Leif, sum býr í Fuglafirði. Maria eigur eitt ommubarn, Kate Anderssen, í Fuglafirði. 


Alla sína tíð hevur Maria nýtt sína fínu songrødd – í barnakórinum hjá Hans J. Højgaard í Kommunuskúlanum, í kórum í Ebenezer og sum solosangari. Fyrst í sjeyti árunum gav hon í Kanada út LP plátu, Maria, við enskum og onkrum føroyskum sangi á, og í 2004 kom fløgan út, sum síðani hevur verið heilt nógv at hoyra. Maria syngur solo, og hon syngur saman við báðum døtrunum, mammu síni, beiggja sínum og á onkrum sangi eru sangarar úr Dupultkvartettini í Ebenezer at hoyra. 


Í 2006 giftist Maria við Páll Hentze heiman av Sandi. Páll er maskinmeistari og siglir úti. Tey búgva í vesturbýnum, og nú Maria fer um tey seksti, eru tey í heitari londum. J