Í morgun var prestavígsla í Havnar kirkju, tá biskupur vígdi nýggja prestin eystan Múla, Mariu Jørðdal Niclasen, til tænastu.
Maria er kallað til tænastu eystan Múla, og hon verður innsett í kallið tann 3. februar. Hon kemur at búgva í Ónagerði, og Viðareiðis kirkja verður hennara sóknarkirkja. Tess vegna verður hon innsett í Viðareiðis kirkju, og tað er dómprósturin, ið skipar hana í kallið, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, á heimasíðini hjá Fólkakirkjuni.
Maria Jørðdal Niclasen er ættað av Eiði, og hevur lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon er dóttir Tord J. Niclasen, fyrfverandi løgtingsmann og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, listakvinnu.
Miðalaldurin á prestunum er rímiliga lágur. Maria er tann 9. presturin, ið verður vígdur til tænastu í fólkakirkjuni, síðani málsøkið varð yvirtikið á ólavsøku 2007.
Vit eru fegin um støðuna, at embætini í fólkakirkjuni eru væl mannað við ungum dugnaligum prestum, ið koma at læra enn meira í samvinnu við teir eldru og royndu prestarnar. Ein samanrenning av hollari vitan og lívsvísdómi, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.
Myndirnar tók Jens Kristian Vang