Maria meira búgvin

Tónleikurin í Føroyum hevur staðið í eini sera stórari menning upp ígjøgnum øll 90´ini. Og hyggur ein eftir kvinnurøddum her á landi er útboðið vorðið sera stórt. Sum dømi kunnu nevnast, Lena, Eivør og ikki mindst Guðrun Sólja.
Tað er tí kanska ikki líka lætt at bergtaka fólk í dag í mun til fyrr. Fólk eru vorðin meira kræsin av øllum teimum ungu evnaríku sangfuglunum, ið hava stungið seg upp hesi seinastu árini. Ein, ið ikki hevur verið at hoyrt í mong ár her heima á klettunum, er Maria Guttesen. Umsíðir var so aftur høvi at hoyra hesa mergjaðu kvinnurødd

TÒNLEIKUR

Ikki kann sigast annað enn, at tað kendist heldur forvitinsligt, nú seks ár eru liðin síðan Maria Guttesen seinast trein á føroyska leikpallin. Sjálv teimingin til konsertina kundi kortini verið betur tilrættarløgd. Tað var sera nógv á skránni í mikukvøldið. Umframt oyggjaleikinir, var stúgvandi fult av fólki í gundadali og hugdi eftir granna uppgerð ímillum HB og B36 og so var veðrið heldur ikki við Mariu. Sólin skein oman og niðan, ikki júst tað besta til at leita sær inn í myrka salin í Norðurlandahúsinum.
Hetta var helst eisini orsøkin til, at fólk vóru so fáment í mikukvøldið. Talið av áhoyrarnum mundi liggja um tey 100.

Pele Møller Band
Konsertin byrjaði við Pele Møller Band, ið spældi mainstream jazz av tí eldra slagnum, sum eisini av summum her heima á klettunum verður róptur fyri ?The Real Book? tónleikur. Ein kundi kanska sagt at Pele Møller Band er eitt swingband, sum kanska manglaði blásararnar, i øllum førum fingu teir ikki swingið rættliga fram í tónleikinum. Tað tóktist sum um, teir seks í bólkinum vóru illa fyreikaðir til konsertina. Høvuðsmaðurin, ið er guitarleikari, megnaði ongantíð at fáa guitaran hjá sær at stemma sum hann skuldi og í fjóðra lagnum slitnaðu ikki minni enn tveir streingir á guitarinum. Hetta hevði sær ein heldur longrið steðg uppá einar tíggju minuttir. Ì steðginum undirhildu harmonikuleikarin og Roy Eliasen, ið sat handan flyglið. Sjálvur haldi eg, at henda tilvidarliga støðan kanska gjørdist hæddarpunktið hjá Pele Møller Band. Manningin í bólkinum er øll úr Grønlandi, uttan Roy Eliasen, sum er úr Fuglafirði.
Reputuare var alt á grøndlenskum, sjálvt ?All of me og Smile? vóru framførdir á grøndlenskum. Samanumtikið haldi eg ikki at Pele Møller Band hevði nógv at bjóða, skal eg takað nakran framum, kundi eg nevnt sangarinna saman við Roy Eliasen og harmonikuleikarinum.

Maria Guttesen Band
Síðani var ein steðgur uppá eini 20 minuttir, hvar fólk fingu høvið til at strekkja sær beinini og fáa sær ein kaffimun, ímeðan bíða var eftir sjálvum hæddarpunktinum, Maria Guttesen Band.
Hóast Maria ikki hevur staðið á palli í eini tvey ár, hevur hon kortini ikki ligið á løtu síðuni. Klikkar tú teg til dømis inn á www. mariaguttesen.dk, sæst at Maria hevur sera nógv jørn í eldinum. Umframt at undirvísa í sangi og tónleiki, komponerar, arrangerar og produserar hon eisini tónleik fyri onnur.

Maria Guttesen Band legði út við einari stillari baladu, har Maria sjálv sat handan flyglið. Tað hoyrdist beinavegin at stílurin á tónleikinum er sera nógv broyttur hesi seinastu árini. Tað ein oftast hevur tvinnað saman við tónlekin hjá Mariu Guttesen er Soul við eini blanding av funk og ein feril av gospel uppí. Men tey sum vóru komin niðan at lurta eftir Soul Funk, vóru ikki komin á rættað stað í mikukvøldið. Stílurin í dag er heilt ein annar, enn hon framførdi á jazzfestivalinum í 1993. Tónleikurin er meira bleytur, róligur og eksperimenterandi, sum eisini gevur meira pláss til sjálva røddina. Og hetta dugdi Maria sera væl at útnytta. Um eg skal tvinna nakran við hesa tónleika sjangru, kundi tað til dømis verið okkurt av tí nýggja hjá Peter Gabriel. Lag nr 3 sum kallast ?Before I meet you?, sum hon hevur skrivað saman við Steffan Nørrelykke, er eitt sera vakurt lag, ið eisini er hegnisliga arrangerað. Lagið ?Befor I Meet You?, bar brá av einum millumtingi av Peter Gabriel og Susan Vega, men kortini við egnum stíli.
Tónleikaliga kom Maria Guttesen Band sera væl frá síni uppgávu. Brøðurnir Steffan og Johannes Nørrelykke dugdu sera væl at syngja, hóast hvørgin teirra sang solo. Brøðurnir sungu so at siga undir í øllum løgunum, ið vóru á skránni. Eisini var tað hugtakandi at síggja unga evnaríka Gunnar Guttesen renna ímillum trummur og flyglið. At Gunnar eisini hevur góð evnir til ásláttur, kom til sjóndar tá vit eftir drúgvar lógvabrestir til seinast fingu eitt eykanummar, sum hann ikki áður hevði spælt saman við Mariu Guttesen Band. Hetta kom Gunnar meistarliga frá. Kortini haldi eg at tað var eitt minus at eingin bassleikari var við, tað hevði uttan iva verið sjálv krúnan á verkinum.
Sjálvur haldi eg at tað lagið, sum svingaði best, í mikukvøldið var ?Nothing comes easy?, sum var framført ímóti endanum á konsertini. Kanska var tað tí at hetta var tað mest rytmiska lagi í allari framførlsini?

Tey fáu ið høvdu leita sær niðan í Norðurlandahúsið í mikukvøldið, blivu als ikki svikin. Tey flestu høvdu kanska væntað sær nakað annað. Men tíðirnar eru broyttar og tað er Maria Guttesen helst eisini. Sjálvur haldi eg at Maria hevur ment seg nógv sum sangkvinna og komponistur, haldi at hon er meira búgvin og gjøgnumførd í sínum tónleiki í dag. Hóast fáir áhoyrarar, var hetta ein flott og væl ígjørnumførd framførsla.