Mánadagin 21. novembur fyllir Maria Marsten, Klaksvík, 70 ár. Hon er kona Oddmar Marsten og dóttir Jákup Andrias og Fridu Heinesen, sum búðu á Vágsheygnum. Oddmar og Maria eiga Fridu, Palla, Mirjam og tvíburðarnar Noomi og Rutt. Tey eiga ellivu ommu og abbabørn. Tað fyrsta var Oddmar, sonur Palla, og umframt hann og eina Mariu eru tað Joan, Bárður, Marjun, Jacob, Frida, Jónatan, Salomon, Ísakur og Nóa, sum er seinasta skotið á stammuni. Hann liggur í vøggu. Fýra av dreingjunum vórðu føddir í 2003 og er tað sera óvanligt fyribrigdi, at fýra systkin fáa barn av sama kyni sama ár. Bárður var fyrsti føroyingur tað árið.
Tað er nógv, sum kann sigast um Mariu. Fyrst og fremst er hon kona, mamma, vermamma og omma umframt at hava systkin og vinir og alt, sum hartil hoyrir. Hon hevur sína dagligu gongd í Heimavirkinum í Klaksvík og hevur leigað summarhús út á Viðareiði og havt bed & breakfast í mong ár. Oddmar hevur altíð verið ein høvuðsstuðul í Betesda, bæði í sangi og annars, og har hevur øll familjan verið nógv. So tað eru nógv fólk, sum kemur í samband við Mariu, eisini útlendingar.
Tað eru ikki bara fólk, sum eyðkenna lívið hjá Mariu. Hon hevur hendurnar hjá foreldrunum og kanska serliga mammuni. Hon er hondarbeiðskona burturav. Eru tað ikki stokkar og tógv, so er tað vevurin ella skinn ella seyming ella okkurt annað. Tað, sum ikki er gjørt fyri fólk, fer í Heimavirkið. Heimavirkið og familjan fara við tí nógva av tíðini.
Tað er ikki ov nógv sagt, at Maria hevur ein hondarbeiðsarv at bera eftir mammu sína. Konurnar keypa ikki seymaðar kjólar nú sum fyrr, men tað er so nógv annað, bæði til fínt og gerandis, bæði stórt og smátt. Frida, mamma Mariu, var kend seymikona. Tær vóru sum eitt, Maria og Frida. Tá Maria sigur frá um mammu sína, kemur lív í hana. Hon er frásøgufólk av gamla slagnum. Hon sigur frá søgum og hendingum frá gamlari tíð, og nógv er ikki niðurskrivað. Tað er serliga um slekt og Klaksvík og bygdirnar, sum hon og Oddmar eru ættað úr. Maria er ommudóttir stóra Martin, ein av niðursetumonnunum í Vatnsoyrum. Haðani eru nógvar søgur.
Maria og Oddmar arbeiða hvønn dag, og umframt alt annað, sum tey brúka tíðina til, so hava tey eisini ferðast nakað. Í fyrraárið vóru tey í Amerika, og har upplivdu tey mangt og mikið.
Maria fyllir 70 ár mánadagin, men dagurin verður hildin leygardagin 19. novembur kl. 16, og tað er heima hjá teimum á Jørðundsgøtu 30, og øll eru vælkomin.