Tað er av fagrasta veðri henda mikudagin í oktober. Heystarsólin hevur verið frammi allan dagin og framvið sjóvarstrondini hómast ikki eitt brot. Tað lotar ikki úr hanakjafti.
Dagin fyri regnaði av grimd og tað var nógvur vindur, men í dag hevur verið turt frá morgunstundini. Hetta sæst eisini á teimum, sum fegin fara til arbeiðis, í skúla ella til annað virksemi. Skjótt er at gloyma ein ringan veðurdag, nú sólin aftur er dagað undan.
Í einum húsum í eini av størru bygdunum í Føroyum stríðist ein mamma við at fáa tey smærru børnini í skúla og onkran av teimum eldru til arbeiðis. Ein tíma seinni skal hon sjálv møta á sínum arbeiðsplássi.
Henda dagin er hvørki sól ella kvirra í hennara lívi: Hon hevur roynt at hildið maskuni so væl sum hon nú einaferð kundi við morgunmatarborðið. Men nú friður valdar í heiminum, kemur ófriðurin upp í barm hennara. Hon setur seg tungliga niður við køksborðið við eini sigarett og einum kaffimunni fyri at hugsa um telefonsamrøðuna í gjárkvøldið við ta elstu dóttrina sum býr í Danmark.
Tað átti at verið ein góð kensla, tá børnini ringja heim til mammu sína úr útlondum. Men í hesum førinum er støðan munandi øðrvísi:
Í gjárkvøldið fekk mamman enn eitt prógv um, hvussu illa tað stendur til hjá dóttrini í Danmark.
Einki lív fyri nakran
Mamman suffar fram fyri seg, og letur so tankarnar fara ta longu leiðina til hennara fyrstafødda gentubarn, Maria. Einaferð var hon sólstrálan hjá ernu foreldrum sínum. Í dag er lítil sól at hóma.
Tað stormar rundan um Mariu. Alt er grátt í grátt. Gerandisdagur hennara er ein stór fløkja. Hon veit neyvan á kvøldi at siga, hvar hon á morgni vaknar. Hjá henni er eingin turkur at hóma.
Mamman fer í skápið í køkinum. Tekur fram eina mynd, sum varð tikin av dóttrini í 2004. Hon hyggur eftir henni eina góða løtu, turkar eitt tár úr eyganum: Myndin vísti longu tá, hvussu nógv hon var merkt av misnýtsluni. Og fýra ár eru long tíð hjá einari sum er úti í stórari misnýtslu av alskyns rúsevnum.
Tað er ikki long tíð gingin – bert góður mánaði – síðani Maria var í viðgerð fyri misbrúk sítt her heima. Tá kom hon rættiliga fyri seg, og byrjaði enntá so smátt at hugsa um annað enn tann næsta rúsin.
Men longsulin eftir rúsdrekka, rúsevnum og tablettum gjørdist ov stórur. Tað var lívið um at gera at sleppa niður aftur til alt tað, sum lívið á gøtuni í Danmark hevði at bjóða.
Mamman leggur myndina frá sær aftur, og hugsar serliga um tann eina setningin, sum Maria hevði sagt við seg í telefonini í gjárkvøldið:
»Mamma, nú drekki eg bara 8 til 10 øl um dagin ... + tablettir og alt hitt!«. Í mun til eina fløsku av Vodka um dagin + tablettir og alt hitt, er hetta kanska ikki av tí mesta. Men var hetta nakað at fegnast um? Óttin hjá mammuni er framvegis har sum ein nívandi kensla:
- Hvussu leingi aftrat kann tað ganga soleiðis?, hugsar mamman við sjálvum sær. – Hvussu leingi kann Maria liva soleiðis? Nær heldur tað uppat? Nær Maria? Nær ... ?
Eingin kann geva henni svar uppá hesar stóru spurningar hennara. Svarini finnur hon onkustaðni á gøtuni í einum av størstu býunum í Danmark. Mamman kann bara staðfesta, at dóttir hennara er komin so langt út, at hon kann vænta sær deyðsboð av henni hvønn einasta dag.
- Hetta er einki lív – hvørki fyri hana, fyri meg ella okkara familju!
Hon situr eina løtu aftrat. Drekkur kaffikoppin lidnan, og fer so at gera seg kláran at fara til arbeiðis. Vónloysið lýsir úr eygum hennara. Hon veit, at hesin dagurin eisini verður strævin.
- Arbeiðið heldur lívið í mær. Skuldi eg ikki til arbeiðis nú um eina løtu, so hevði eg lagt meg aftur í songina. Og har hevði eg ligið í allan samlan dag!
- - - -
Eg eri næstan blivin svøk
- Um eingin kann bjarga dóttur míni úr hesum rúshelvitinum, so fái eg Mariu aftur til Føroyar í einum hvítum kassa við naglum í, greiðir henda óttafulla mamman frá. Í alt ov mong ár hevur dóttir hennara verið bundin av rúsdrekka, rúsevnum og tablettum. – Maria livir í dag faktiskt sum »Palle alene i verden« á gøtuni í einum av donsku stórbýunum, tí eingin viðgerð er til hana her í Føroyum! Mikudagin í farnu viku hitti Sosialurin stúrnu mammuna. Her sigur hon anonymt frá søguni um skjótt 30 ára gomlu dóttur hennara
Rúsevni: Sum so mangir aðrir av javnaldrum sínum, var Maria ein lívsglað og frísk genta. Í heimbygdini var ymiskt at stytta sær stundir við, og tey ungu hildu sera væl saman.
Eitt sum sermerkti Mariu var at hon hevði eitt sera gott og fortróligt samband við mammuna, eisini í teimum vanliga so truplu tannárunum. Tær báðar kundu práta saman um øll lívsins viðurskifti og høvdu eitt sera gott samanhald.
- Ja, hon var opin og djúpt erlig yvir fyri mær. Men lítið visti eg tá, hvørjar trupulleikar eg fór at koma í nøkur fá ár seinni, greiðir mamman frá.
Alt sá gott og lovandi út fyri hesa ungu bygdargentuna við tí ljósa sinninum og tí positiva verumátanum. Men so hvørt sum hon kom longur inn í tannárini, byrjaði mamman so smátt at fáa ein illgruna um eina broyting við dóttrini – eina broyting, sum hon kortini helt fyri seg sjálva at byrja við.
Dag frá degi legði hon merki til at dótturin broytti atburð á mongum økjum: Var brádliga nógv meiri saman við vinum sínum enn áður. Tók seg meiri og meiri inn í seg sjálva. Byrjaði at drekka, fyrst í rímiligt mát, men so líðandi í ríkiligt mát. Umframt ta likamligu ávirkanina, fekk hetta eisini ávirkan á sosiala lív hennara.
Mamman greiðir tungliga frá lívinum hjá elstu dóttrini. So líðandi hómast tár í eygum hennara, og móti endanum av samrøðuni mugu vit steðga eina løtu, tí kenslurnar taka yvirhond.
- Eg hugsi so ofta um børn hennara, - ja, hvussu míni ommubørn hava tað hjá føroysku familjupleyguni. Eg blívi næstan svøk!, sigur mamman og festir sær í enn eina sigarett. Og síðani heldur samrøðan fram.
Viðkomandi spurningur
Maria hevði eitt gott arbeiði í eini fyritøku í býnum, har henni dámdi sera væl – í eina tíð. Brádliga tyktist tað sum um hugurin til hetta arbeiðið minkaði burtur í einki og hon forsømdi nógv. Úrslitið gav seg nærum sjálvt. Stutt eftir misti hon arbeiðið.
Tann lítli illgrunin hjá mammuni vaks nú so við og við um, at dótturin ikki bert var bundin av rúsdrekka. Hóast mamman tá ikki hevði so stóran kunnleika til misnýtslu av rúsevnum og tablettum, var tað kortini eitt sum gjørdi hana bæði kløkka og kedda ísenn:
Inni á kamarinum hjá dóttrini hevði hon funnið ymisk hylki og innpakning, ið hon ikki kendist við. Hon undraði seg yvir hetta, inntil hon ein dag brádliga fekk eyguni upp fyri einum nýggjum veruleika. Hesin veruleikin gav henni svar uppá fleiri av spurningum sínum, men reisti enn fleiri: - Dóttir mín er vorðin misnýtari!
- Eg helt hetta fyri meg sjálva eina tíð, men ein dagin gjørdi eg ikki mætari enn at spyrja Mariu beinleiðis: »Maria, ert tú bundin at rúsevnum og tablettum?« Og so erlig sum hon var, svaraði hon játtandi!
- Ikki fyrrenn eg hevði sett henni henda beinleiðis spurningin, fann eg útav at eg nú hevði ein misnýtara í mínum egna heimi. Maria, mín elskaða dóttir, var vorðin misnýtari – ikki bert av rúsdrekka sum eg fyrr hevði trúð, men eisini av rúsevnum og tablettum, greiðir mamman syrgin frá, hóast mong ár eru síðani hon setti dóttrini henda álvarsama spurningin.
Heilivág til sinnissjúk
Mamman kundi ikki annað enn staðfesta, enn at dóttir hennara nú taldist millum teir túsundtals misnýtararnar. Hetta var sum vera man ikki lætt at góðtaka hjá henni og yngru systkjunum hjá Mariu.
Tað ringasta mundi kortini vera tað, at dótturin tók at kalla øll sløg av tablettum sum hugsast kundi. Serliga nógv nívdi tað mammuna, at hon eisini tók tablettir – sonevnt psykofarmaka – sum verða lætnar teimum sum eru í viðgerð fyri sinnissjúkur - til dømis Truxal og Nozinan.
Mitt í øllum hesi truplu tíðini, fekk mamman kortini tíð at undra seg yvir eitt: Hvussu í víðu verð kundi tað vera so lætt at fáa fatur á øllum hesum evnunum uttanfyri tað skipaða heilsuverkið? Tað tyktist henni nærum at vera eins einfalt at fara í býin at keypa sær eitt breyð, sum at fara í býin at keypa sær alskyns sløg av tablettum.
- Ja, tað tyktist vera rættiliga lætt at fáa hendur á tí í Føroyum. Eg trúði at slíkt bert lat seg gera í stórbýum, sum til dømis Keypmannahavn og London. Men eg veit, at royndum at tað er líka lætt at fáa fatur á tablettum her í økinum, í Havn, Aalborg ella hvar tað skal vera.
- Tað ringasta er tað, at tað var lætt tá – tá ið mín egna dóttir bleiv misnýtari, og tað er líka lætt í dag, so nógv ár seinni, greiðir mamman frá.
Við sorg kundi mamman staðfesta, at misnýtslan hjá dóttrini bara vaks dag frá degi.
Hvaðani fekk hann tablettirnar?
Mamman vildi tó ikki bert sita hendur í favn. Hon elskaði Mariu fram um alt, og vildi gera alt fyri at fáa hana aftur á rættkjøl.
Eitt tað fyrsta hon gjørdi var at seta seg í samband við kommunulæknan við eini bøn um, at hann ikki mátti lata dóttrina fáa tablettir frá teimum. Skuldu teir absolutt geva dóttrini tablettir, so var tað hon, altso mamman, sum skuldi hava tær undir hond, soleiðis at nýtslan kundi minka so líðandi niður í einki.
Spurningurin um at fáa Mariu inn til avvenjing í Føroyum kom eisini fram. Fyri mammuna var umráðandi at gera okkurt fyri dóttrina, áðrenn hon kom so langt út at einki var at gera.
- Tú kanst ætla, at tað var ikki stuttligt hjá mær, sum mamma at síggja mína egnu dóttur fara soleiðis í hundarnar dag frá degi. Eg ynskti at gera alt fyri hana!
Fyrstu ferð Maria kom til avvenjing á Velbastað var fyri eini fimm árum síðani. Glað var mamman, tá tað umsíðir eydnaðist at fáa hana undir leiðslu av profesjonellum viðgerðarum.
Hetta gekk væl at byrja við, men endaði minni væl. Millum starvsfólkini var eitt teirra, sum á einhvønn hátt megnaði allatíðina at geva Mariu allar tær tablettirnar hon hevði brúk fyri, óansæð hvar hon var – bæði á Heilbrigdinum, og tá hon og hetta starvsfólkið møttust aftur til avvenjingar á Blákrossheiminum í Havn, og mín sanni eisini seinni, tá tey bæði vóru til avvenjing á sama viðgerðarheimi í Danmark.
- Hetta er ein long og sera døpur søga, skal eg siga tær. Eg havi til denna dag undrað meg yvir, hvaðani hetta starvsfólkið fekk alt hetta úrvalið av tablettum. Men eg havi einki svar uppá tað, sigur mamman álvarsom.
Rennisteinur í Danmark
Ætlanin við viðgerðunum var, at Maria skuldi gerast rúsfrí og byrja eitt vanligt lív aftur. Hetta gjørdist kortini ikki veruleiki, tí hon er framvegis bundin at rúsdrekka, rúsevnum og tablettum.
Á viðgerðarheiminum í Danmark varð hon uppdagað fyri at vera dopað. Hóast hon – sum rætt var – vísti til, at hesin omanfyri nevndi føroyingurin gav henni tablettirnar, varð hon burturvíst frá heiminum og snøgt sagt tveitt útum - út á gøtuna. Hann slapp hinvegin at halda fram við viðgerðini á heiminum.
- Í síni vónleysu støðu ringdi hon til mín henda várdagin fyrr í ár og kærdi sína neyð. Hetta var ein forferdilig samrøða, skal eg siga tær. Eg havi sjáldan upplivað hana so langt niðri og so langt úti í togunum sum hetta kvøldið.
- Eg minnist alla hesa samrøðuna við gru!, greiðir mamman sorgtung frá. Hon veit fullvæl, at við hetta lag fer dótturin í hundarnar av misnýtslu sínari.
Maria sat nú djúpt ólukkulig á einum fortóvskanti mitt í býnum. Hon visti nóg illa hvar hon var. Hon var dopað av tablettum, og lítið skil var í tí sum hon greiddi mammuni frá.
Tað var ikki lætt hjá mammuni at gera nakað við støðuna her og nú: Hon var í heimbygdini, meðan dótturin lá at kalla lívleys í rennuni í einum stórbýi á danskari jørð.
- Ja, hetta var ein forferdilig støða sum Maria var komin í. Og tú dugir helst at skilja, at eg fekk ikki nógvan svøvn ta náttina!
Lukkutíð fyri tær báðar, fekk Maria samband við ein mann sum kom henni til hjálpar. Hesin hevði sjálvur verið til viðgerðar á sama heimi, og hjá honum slapp hon at búgva.
Og nú var umsíðir líkt til, at tað fór at ganga rætta vegin við henni, tí mamman fekk enntá sannført hana um og yvirtalað hana um viðgerð á Psykiatriska deplinum í Havn.
Avvístur næstrakærleiki
Í september í ár kom Maria aftur til Føroyar og varð innløgd á deplinum. Eftir at hava verið har eina tíð mettu læknarnir, at hon ikki longur var til vanda fyri seg sjálva ella at meta sum sinnissjúk.
Ætlanin var at hon síðani skuldi útskrivast til víðari viðgerð fyri blandingsmisnýtslu á Blákrossheiminum. Hetta eydnaðist ikki, tí tey mettu hana framvegis at vera dopaða av einum serligum slagi av viðgerðartablettum við navninum Suboxone, og sum eingin teirra kendi nakað til. Suboxone er ein rættiliga nýggjur heilivágur sum minkar um abstinensirnar hjá teim narkomanunum, sum ynskja at sleppa burtur úr misnýtslu síni.
- Men á heimum varð Maria snøgt sagt avvíst við dyrnar. Eg skilji bara ikki, at eitt heim sum byggir á kristna grund og sigur seg umboða næstrakærleika ikki skal kunna vísa umsorgan fyri mínum barni, sigur mamman og veipar út við ørmunum í máttloysi.
Hon skilir heldur ikki, at tey kundu bara avvísa hana soleiðis við teirri grundgeving, at tey ikki kendu henda heilivágin. Í dag kann ein Googla seg fram til alt, eisini til kunnleika um Suboxone.
Mamman er púra sannførd um, at Maria er hvørki tann fyrsti ella tann seinasti føroyingurin, sum hevur tikið ella fer at gerast bundin at hesum tablettunum.
Hvussu skal eg orka?
Hóast tíðina á Psykiatriska deplinum var stutt – bert 16 dagar – var mamman ofta og vitjaði hana har.
- Hóast hon ikki bara var illa fyri, men sera illa fyri, tá hon kom til Føroyar, sóu vit beinanvegin hvussu gott hon fekk tað. Ja, tað sást nærum dagamunur, tí hon bleiv sum eitt annað fólk, greiðir mamman álvarsom frá.
Hon byrjaði nú so smátt at hugsa tann tankan, at hon kanska kundi tikið dóttrina heim til eftirviðgerð – heim til sín, mannin, systkin síni og familjuna annars. Um mamman haraftrat fekk ábyrgd fyri tablettunum og teirri víðari viðgerðini, so kundi hetta avgjørt verðið eina roynd vert.
Mamman vildi fegin gera hesa royndina at fáa Mariu at koma fyri seg aftur, hóast hon væl merkti, at dótturin var vorðin rættiliga viðtikin og dølsk av misnýtslu síni, - so nógv, at hon ikki til fulnar vildi kennast við familju sína aftur.
Men her gekk ikki eftir vild, tí eingin viðgerðarstovnur í Føroyum vildi ella kundi taka sær av Mariu, tí teir á einhvønn tyktust vera ræddir fyri at viðgera eina sum var í viðger við Suboxone. Fyri góðum mánaði síðani fór Maria tí aftur til Danmarkar – til eitt lív – um ein kann siga tað so á gøtuni í stórbýnum.
- Eg mátti bara við sorg staðfesta, at einki tilboð var til dóttur mína í heimlandi hennara. Ja, tað var í roynd og veru næstan so, at Maria var óynskt í Føroyum, sigur mamman, og leggur síðani uppgevandi aftrat:
- Eg veit, at henni leingist heim til Føroyar – til yngru systkin síni og til hennara egnu børn. Men í løtuni er einki stað sum kann taka ímóti henni. Tja, hvussu skal tað vera: Tá tey profesjonellu ikki orka ella kunnu viðgera hana, hvussu í víðu verð skal so eg, sum ein vanlig húsmóðir á bygd, kunna orka tað?!
- Bíði bara eftir deyðsboðunum
Maria hevur hóast alt verið heppin, tí hon býr framvegis hjá manninum sum tók hana upp á fortóvskantinum í býnum.
Heima í Føroyum kann mamman henda oktober-dagin bert eygleiða, hvussu misnýtslan hjá dóttrini bara veksur og veksur.
Í køkinum í hugnaliga heiminum við tí góða útsýninum hongur ein telefon. Vanliga er hetta eitt hent tól har fólk kunnu samskifta um tað sum gleðir tey ella ørkymlar tey í tí dagliga.
Hjá mammuni er støðan uppaftur verri: Hvørja ferð telefonin ringir, ella hon sær ein politibil nærkast húsum hennara, so hveppir hon seg við.
Hon væntar hvørja løtu at løgreglan kemur at siga sær deyðsboðini av dóttrini, ella at onkur skal ringja og boða at tey hava funnið Mariu lívleysa á gøtuni í hesum danska stórbýnum. Hetta er tíbetur ikki vorðið til veruleika enn.
- Men tú skilir, at hetta tekur næstan lívið av mær. Hesin óttin. Henda bivanin og henda ræðslan fyri tí ringasta. Hevur Maria ikki latið frætta frá sær í einar tveir dagar, so blívi eg beinanvegin bangin. Tá hugsi eg – hvat nú? Hvar er hon nú? Hvør man fara at finna hana lívleysa onkustaðni?, greiðir mamman stúrin frá. Og hon leggur aftrat:
- Eg hugsi alla tíðina um Mariu. Høvdið er um at spreingjast. Tað er simpelthen fult – fult av stúran, ræðslu og teimum ósvaraðu spurningunum. Eingin – eingin kann ímynda sær, hvussu slítandi hetta lívið er. Var tað ikki fyri hini børnini og arbeiðið hjá mær, - tja, so veit eg ikki ....
Maria, skjótt 30 ár
Samrøðan við mammuna er gjørd í barnaheiminum hjá Mariu.
Fyri at verja yngru systkin hennara, er navnið og aldurin á Mariu broytt.
FAKTA
SUBOXONE
Stofmisbrugere kan fremover få det lettere ved af kommer ud af
deres misbrug uden af blive afhængige af metadon. Sundhedsstyrelsen anbefaler nu et nyt og sikkert lægemiddel til stofmisbrugere, som også kan dæmme op for den illegale handel med metadon. Lægemidlet SUBOXONE blev i sidste mdr godkendt, og er ifølge både
Sundhedsstyrelsen og flere læger langt mere sikkert end metadon.
Det er ikke lige så vanedannende, og det kan ikke misbruges til af få den rus, som stofmisbrugerne længes efter.
Kelda: www.varmestuennaestved.dk