Maria Jacobsen nýggjur stjóri Almannastovuni

Almanna- og Heilsumálastýrið setti í gjár 45 ár gomlu Mariu Jacobsen sum stjóra á Almannastovuni. Hon tekur við starvinum 1. januar 1999

Almanna - og Heilsumálastýrið hevur í gjár sett nýggjan stjóra á Almannastovuni.

Tað er Maria Jacobsen, sum er 45 ára gomul og útbúgvin sum cand. mag í samfelagsfrøði og geografi. Hon hevur seinastu 10 árini starvast á Almannastovuni sum fulltrúi.

Hon tekur við starvinum 1. januar 1999