Hóast henda rímiliga høga aldur er Maria enn eins løtt í sinni og vit altíð hava kent hana. Maria var fødd í Sørvági, men flutti sum pinkubarn oman til Vatnsoyrar, har faðir hennara, Martin Jacobsen, Lítli Martin nevndur, var ein av teimum trimum nýbyggjarunum við nátturuvakra vatnið. Hinir vóru Suðuroyar Dánjal og Stóri Martin.
Maria fór sum ung genta at tæna á posthúsinum í Vestmanna. Í hesi vøkru bygd kom hon eisini at festa búgv. Hon giftist við Emil Joensen, Emil hjá Hanni, og høvdu tey eitt gott hjúnalag saman, til Emil doyði 69 ára gamal í 1990.
Í nógv ár hevði Maria sína dagligu gongd á flakavirkinum, har hon hevði sítt fasta pláss við samlibandið saman við øðrum konubrotum úr Vestmanna og grannabygdum. Emil starvaðist eisini sum arbeiðsformaður á sama staði eftir at hava verið sjómaður meginpartin av vaksna lívi sínum.
Tey eiga 4 børn: Jóhannes (Hanni), Martin, Fíu og Marner.
Hóast nógvar av gomlu og kendu bygdamyndunum á Heygum ikki eru longur, so ganga tær báðar granna- og vinkonurnar, Maria og Olga hjá Samson, framvegis dagliga inn á gólvið hvør hjá aðrari í Heygatúni at práta um farnar dagar – og at hyggja eftir Dynasty.
Hevur onkur hug at hyggja inn á gólvið á Heygum týskvøldið at heilsa uppá føðingardagsbarnið, so hevur Maria ein góðan kaffimunn á kannuni, hava vit frætt.
Hjartaliga tillukku við degnum, fræga kvinna, og Harrans signing framyvir
M