8. mars gevur føroyska songkvinnan Maria Guttesen út dreymaverk sítt, fløguna Wide Open, har Maria hevur sungið, framleitt og spælt øll ljóðføri sjálv.
Wide Open er fjóðra útgávan hjá Mariu Guttesen. Her vísir hon dygdirnar sum ein multitónleikari, ið spælir á at kalla øll ljóðføri. Við hesu fløgu er hon farin aftur til tað upprunaliga, og hevur sjálv spælt øll ljóðføri inn. Bert ein teknikari hevur hjálpt við at trýsta á upptøkuknappin.
Dreymurin hjá Mariu hevur tó altíð verið ein útgáva, har hon kundi brúka seg sjálvan 100 prosent. Eftir drúgvar royndir við ymsum tónleikaverkum, tónleikaundirvísing og sum tónleikacoach var tíðin komin at fara inn í tað innasta og leita fram tað ljóðið, ið er The Sound of Maria.
– Nústani var eg til reiðar at taka við avbjóðingini og gera tað, ið eg kendi eg skuldi, sigur Maria Guttesen. Og tað var júst tað, ið var ætlanin hjá Mariu:
- At gera eina fløgu, sum eri eg 100 prosent, sum vísur meg sum tónleikarar, komponist og songkvinnu. Hetta er ein fløga har eg eri farin so langt inn í tónlistaligu sál mína sum ongantíð áður, sigur hon.
Maria Guttesen hevur staðið fyri øllum tí tónlistarliga sjálv, men tað er Lene Drachmann, ið eigur øll orðini á fløguni.
- Eg vóni at lurtarin kennur, at Wide Open er ein glað og positiv fløga, hóast hon er merkt av álvarsligu tulkingum og arrengementum mínum, sigur Maria og flennir, tí hon gleðir seg til at lata umheimin inn í tónleikaunivers sítt við fløguni Wide Open.