Maria fer at spæla við ÍF Føroyum komandi kappingarár

Maria H. Weyhe fer at raðfesta hægri lesturin í Keypmannahavn

Maria H. Weyhe fer at spæla við ÍF Føroyum komandi kappingarár

Í samrøðu við Ásbjørn N. Nattestad, frásøgumann hjá FM1 aftaná aðru FM-finaluna millum Kyndil og H71, ið H71 vann 32-27 (16-11) kom Maria H. Weyhe hjá H71 við einari avdúking.

 

Komandi kappingarár fer hon at spæla hondbólt, men tað verður ikki á allarhægsta støði. Maria fer at spæla við ÍF Føroyum, ið er felagið hjá føroyskum útisetum og lesandi í Keypmannahavn.

 

Fyri fyrst verður hægri lesturin raðfestur hægri enn hondbólturin, men Maria fer at halda seg í gongd, og so kann væl henda seinni, at hon aftur fer at spæla hondbólt á einum hægri støði.

 

Fyrst skal Maria tó royna at enda væl saman við liðfeløgunum í H71. Tær kunnu við sigri á Kyndli í triðju FM-finaluni í Hoyvíkshøllini, leygarkvøldið klokkan 19.30 endurvinna FM í SMS-deildini. 

 

 

 

Maria H. Weyhe fer at spæla við ÍF Føroyum komandi kappingarár