Maria er tvífaldur danskur meistari

18 ára gamla Maria Biskopstø úr Klaksvík vann um vikuskiftið DMU gull í 400 og 800 metra renning

Tað kemur alt oftri fyri, at føroysk ítróttarfólk gera um seg uttanlands og vinna kappingar og gullkrónur.

Soleiðis var tað aftur nú um vikuskiftið.

Tvær gentur úr Treystinum í Klaksvík hava tikið lut í DMU í frælsum ítrótti, sum hevur verið í Aalborg.

Tær eru Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø.

Tær stóðu seg báðar væl, og Maria Biskopstø vann gull í bæði 400 og 800 metra renning.

Í 100 metra hekk og 400 metrum setti hon nýtt føroyskt met.

Oddvør Josephsen megnaði fyri fyrstu ferð at vinna seg undir 27 sekund á 200 metrum. Tíðin hjá henni var 26.91.