Basel, Sveis: Umframt landsliðsleikarar við tilhoyrandi hjálparfólki og fjølmiðlum, so er tað vanliga soleiðis, at restin av sessunum í flogfarinum hjá Atlantic Airways verður fylt upp við ferðafólki.
Soleiðis er eisini hesaferð, og umframt vanliga fasta hópin av trúføstum stuðlum, so er Maria á Lofti ? hon er ferðaleiðari - eisini partur av hesum ferðalagnum.
Eftirhondini má eisini sigast, at hon er vorðin fastur partur av hesum ferðalagnum, og sjálv dylir hon ikki fyri, at hetta er ein partur av starvinum, sum henni dámar væl. Eisini hóast hon sigur, at hjá sær er tað meira arbeiði enn frítíð á eini slíkari ferð.
- Hevði eg bara duga at slappað av á eini slíkari ferð, men tað dugi eg ikki. Eg má alla tíðina ansa eftir, at øll onnur hava tað gott, og at tey eru komin á rætta pláss og soleiðis.
- Men tú kanst gott siga, at tað við tíðini er vorðið til ein serstakan livimáta, at man soleiðis ferðast við liðnum. Fyrsta ferðin hjá mær var í Spania, og síðani havi eg so verið við á øllum ferðunum.
Og tað er kanska ein serligur háttur at ferðast uppá?
- Tað má mann siga. Tú fert jú beinleiðis úr Føroyum, og bæði umstøður og veðurlag eru jú heilt øðrvísi, tá tú kemur úr flogfarinum, so bara tað í sjálvum sær er øðrvísi, enn um ferðin gongur til Danmarkar.
- Og so er tað bara so, at tá flogfarið hevur sett seg, so fari eg at hugsa. Er alt nú, sum tað eigur at vera. Er bussurin klárur at taka ímóti okkum? Er hotellið soleiðis, sum tað eigur at vera, ella skulu vit klaga um, at tað ikki er í lagi? Tað eru ting, sum vit alla tíðina mugu ansa eftir, men tíbetur plagar tað vanliga at ganga hampuliga gott kortini.
Og at enda settu vit sjálvandi Mariu spurningin, hvørt hon við tíðini er vorðin meira áhugað í fótbólti, enn hon var, áðrenn hon fekk hesa uppgávuna á starvsplássinum.
- Ja, landsliðsfótbólti eri eg vorðin øgiliga áhugað í, men heimliga kappingin sigur mær ikki tað stóra. Maðurin plagar eisini at skelda um, at eg ongan tíð eri við vøllin í Sandavági, men soleiðis er tað bara. Tað er bara landsliðið, sum sigur mær nakað í so máta, sigur trúgvi ferðaleiðarin hjá Atlantsflogi at enda.










