Loðs-og sleipibáturin Maria, sum Faroe Agency hevur latið byggja í Turkalandi, kom við farmaskipi úr Istambul til Antwerpen. Síðan fóru tríggir mans hjá Faroe Agency niður til Antwerpen at sigla bátin heim til Føroya.
Teir lógu fleiri dagar í Antwerpen, áðrenn øll viðurskifti við heimferðini vóru greið, og hesar dagarnar var veðrið hampiliga gott. Tá loyvini endiliga vóru komin upp á pláss, hevði hann øtlað veðrið, og tí noyddust teir tríggir menninir, Karl Erik Reynheim, Rói Strøm og Pauli Einarsson, at bíða eftir líkindum.
Tað er jú ikki bara sum at siga tað at fara um hav á hávetri við báti, sum hóast alt ikki er meira enn stívliga 15 metrar langur og seks metrar breiður.
Pauli Einarsson sigur við in.fo, at tá teir fóru úr Antwerpen, brúktu teir umleið hálvt annað samdøgur upp til Hartlepool, sum liggur sunnan fyri Newcastle. Har lógu teir í fleiri dagar og bíðaðu eftir veðri.
Tá teir sigldu aftur, sigldu teir upp til Montrose, sum liggur sunnan fyri Aberdeen í Skotlandi, og haðani gekk leiðin upp til Orknoyggjarnar, har aftur varð bíðað eftir veðrið til seinasta teinin heim til Føroya.
Pauli Einarsson sigur, at teir loystu úr Orknoyggjunum sunnumorgunin klokkan 07.40 og vóru í Føroyum mánamorgun klokkan 07.00. Soleiðis tók ferðin úr Orknoyggjunum og upp til Føroya beint undir eitt samdøgur.
- Á ferðini heim til Føroya sigldu vit eina miðalferð, sum lá um stívliga 9 sjómíl. Tað tóktist, sum høvdu vit vind og streym við okkum, so hesin parturin av túrinum gekk bæði skjótt og væl.
Pauli Einarsson sigur, at báturin á royndartúrinum her heima í Føroyum annars gekk 11,5 sjómíl.
Maria hevur tvær maskinur á 720 HK hvør av merkinum Doosan, og báturin hevur eitt pelatrekk á umleið 15 tons.
- Jú, eg haldi, at hetta er ein óføra góður og sjógóður bátur - ikki minst í undangongu, men eisini sum heild. Eg kendi meg ongantíð ótryggan á ferðini úr Antwerpen til Føroya, tó at tað er hávetur, sigur Pauli Einarsson.