Mándagin 19. apríl, fyllir Maria Berg Jacobsen í Søldarfirði, 80 ár.
Maria er fødd í Froba, dóttir Olevinu f. Poulsen úr Norðragøtu og Jógvan Joensen undir Fossum í Froba.
Av teimum 8 systkjunum hjá Mariu, liva bert Lina og Elias. Lina er búsitandi í Íslandi og Elias býr í Havn.
Sum blaðung genta fór Maria til Syðrugøtu til Palla skræddara at læra at seyma, og í 1948 fór hon til Íslands, har hon starvaðist á seymistovu í eitt ár.
Í 1950 giftist hon við Leif Berg úr Søldarfirði, sum hon kom at kenna, meðan hon var í Gøtu og seymaði.
Tey fingu døturnar, Elmu, sum býr í Havn, Oðny, sum býr í Søldarfirði og Sunnuvu og Maluna, sum báðar búgva í Klaksvík. Maria eigur 8 ommubørn og 1 langommubarn.
Leif doyði í 1985, og í 1988 giftist Maria við Dávur Jacobsen úr Søldarfirði, har tey búgva í sera snotiliga heimi teirra.
Maria hevur stóran áhuga fyri ættarbondum og er sera familjukær og trúgv móti familju og vinum sínum. Hon gevur sær tíð at vitja gomul og einasamøll og minnist til fólk á føðingar- og merkisdøgum teirra.
Nakað eftir, at Maria misti mannin, fór hon á handilsskúlan, sum tá var í Gøtugjógv, at starvast í kantinuni. Har vann hon sær nógvar ungar vinir fyri lívið.
Maria er ein av teimum, sum við sínum smíli og fyrikomandi verumáta er við til at gera gerandisdagin lættari hjá teimum, hon møtir á síni lívsleið. Hon er sera vøkur kvinna og tað er nakað hábærsligt og virðiligt yvir henni.
Mariu verður ynskt hjartaliga tillukku á stóra degnum og Harrans signing á lívskvøldinum.
Føðingardagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði sunnudagin, 18. apríl frá klokkan 17.