Margretha fer ikki til Póllands

Margretha drotning og Lene Espersen, uttanríkisráðharri, fara ikki til Póllands at fylgja polsku forsetahjúnunum, sum fara til gravar í morgin. Tað er flogbannið, sum hevur fingið tær at avlýsa ta ætlaðu ferðina, sigur DR.

Danski sendiharrin í Póllandi, Hans Michael Kofoed-Hansen, skal tískil umboða tað almenna Danmark til gravarferðina í morgin.

Trupulleikarnir við flúgvingini hava fingið fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar at setast aftur. Teirra millum eru Barack Obama, forseti, og Angela Merkel, kanslari.