Margretha Egholm 103 ár

Sunnudagin 28. mai 2006 fylti Margretha Egholm á Lágargarði í Havn 103 ár.

Hóast høga aldurin er Margretha hampuliga væl fyri og kundi hugna sær saman við gestunum á føðingardegnum.
  
Margretha er ættað úr Miðvági. Foreldrini vóru: Henrietta, f. Joensen, við Kirkjar, og
Jóannes Niclasen, í Skálalonini, bæði úr Miðvági. Hon var nr. 5 av 11
systkjum.
 
Margretha fór sum ung til Hvalbiar at tæna í bóndagarðinum í
Stórstovuni, seinni kom hon til Havnar at tæna. Hon fór eisini á
húsarhaldsskúlan "Haraldsborg" í Roskilde.
 
Í 1928 giftist hon við Petur Egholm (1898-1954) úr Havn. Tey búðu í J.C. Svabosgøtu, við síðuna av gamla Sjómansskúlanum, og í mong ár búðu sjómanskúlanæmingar hjá teimum. Tey høvdu t.d. neyt uppi við Kongaminni, og Margretha gekk hvønn dag niðan har at mjólka.
 
Margretha og Petur fingu sonin Jens Petur, sum eisini býr í Havn.
 
Fyri átta árum síðan flutti Margretha á Lágargarð at búgva.