Í dag steingir Dals Vøruhús í Klaksvík. Dals Vøruhús hevur verið opið í meira enn 10 ár, har Margreth Dalsenni hevur tikið ímóti og selt endurnýtslu klæði.
Fyrstu tíðina brúkti hon sosiala miðilin Facebook at lýsa við, so stovnaði hon fyrsta føroyska sølutorgið Rótikassin á Facebook, og síðani lat hon Dals Vøruhús upp. Men alt fær ein enda, og nú verður lykilin snaraður fyri síðstu ferð.
Margreth Dalsenni boðaði frá hesum í vetur, og í hesum sambandi gjørdi Sosialurin eina samrøðu við hana. Har greiddi hon millum annað soleiðis frá orsøkini til at steingja:
– Eg veit ikki, hví eg tók hesa avgerðina, men í desember mánaði var lítið at gera í handlinum, og eg valdi at lukka handilin hálvan desember. So fór eg í garasjuna at sortera og skifta vøru út. Eg var so óhugalig og orkaði simpulten ikki. Eg kendi meg troytta. So ein dagin visti eg, at eg vildi steðga.
– Eg havi ikki somu orkuna, sum eg havi havt. Alt gongur seinni fyri seg, nú eg eri vorðin 60 ár. Eg fekk at vita frá fleiri, at eg møguliga havi vetrartunglyndi, og at eg fari at umbestemma meg. Men tað havi eg als ikki, og eg eri púra avgjørdi.
Alt byrjaði við, at Margreth savnaði nakrar kvinnur saman til eitt hugnakvøld, har tær kundi taka klæðir við, sum tær ikki brúktu og so býta um við hvørja aðra.
– Tað vant upp á seg. Eg brúkti Facebook at lýsa við, og eg segði frá har, at eg hevði klæðir, sum eg vildi lata. So komu fólk úr øllum landinum at hyggja at klæðum. Tað fyigekst alt í stovuni hjá mær. Tað var rokaligt. Tá eg so skuldi rudda stovuna, so fór alt inn á vesið og í baðikarið og so inn aftur í stovuna, tá vit skuldu brúka baðikarið, flennir hon, sum hon minnist aftur á fyrstu tíðina við endurnýtsluklæðum. – Fólk komu úr Vágunum og úr Suðuroy. Ja, tey komu alla staðni frá. Eg gjørdi teimum kaffi og tað var sera hugnaligt, sigur hon.
– Til endans hevði eg so nógv klæðir, at eg mátti koyra tey oman í kjallaran.
Síðani varð eisini kjallarin ov lítil, og Margreth varð noydd til at flyta øll klæðini í stóru dubult-garasjuna á Skáltavegi.
– Stutt eftir tað, á Summarfestivalinum, hevði eg aftur opið hjá mostur míni, og tá spurdi hon meg, um eg ikki hevði hug at vera verandi har. Tað vildi eg fegin, og byrjaði ein handil inni hjá mostur míni, har eg seldi alt fyri fimm krónur.
Nú hevur Dugni latið nýggjan endurnýtsluhandil upp í Klaksvík.