Tann 25. august byrjar Margreth Olsen í starvi sum fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Margreth Olsen hevur bachelor útbúgving í sálarfrøði frá Glasgow Caledonian University í Skotlandi. Hon hevur m.a. arbeitt á Barnaheiminum, á dagstovni og á Serdagsstovninum á Argjum.
Margreth er ættað av Argjum, men býr nú í Hósvík.
Margreth tekur yvir eftir Beintu Joensen, skrivar Trúboðin á heimasíðu síni.