Margreta heldur føðingardag í ein heilan mánað

80 ára føðingardagurin hjá Margretu drotning 16. apríl verður hildin við ymsum tiltøkum í næstan ein heilan mánað í apríl mánaði.

Tað verður eitt nú við gallaframsýning á Det Kongelige teater og einum Gallataffel við undirhaldi í døgunum fram til 16. apríl, tá hennara hátign fyllir 80 ár.

Umframt veitsluhaldið í apríl verður hon eisini hátíðarhildin, tá hon fyrst í juni fer á summarferð til Aarhus.

Har fer Jacob Bundsgaard, borgarstjóri, at vera vertur fyri drotningini, tá hon kemur við Kongaskipinum Dannebrog.

– Tað gevur okkum kærkomið høvi at hátíðarhalda 80 ára føðingardag hennara – og samstundis vísa henni ymsar síður av fjølbroytta lívinum í býnum, sigur borgarstjórin í eini tíðindaskrivi.

Drotningin fyllir 16. apríl, og skráin fyri hátiðarhaldið er tí serliga trong kring tann dagin.

Tað byrjar við, at framsýningin »Dronningsens ansigter« letur upp á Frederiksborg Slot í Hillerød 2. apríl.

– Framsýningin lýsir lívið hjá drotningini, virki og serligu áhugamál hennara. Á framsýningini verða vístir filmar, draktir og nógv portrett, skrivar kongshúsið í síni skrá.

Dagin eftir heldur drotningin tíðindafund á Fredensborg Slotti í Fredensborg.

14. apríl verður gallaframsúyningin á Det Kongelige Teater. Framsýningin verður eisini send á DR1.

Dagin fyri sjálvan føðingardagin verður drotningin hátíðarhildin á Christiansborg Slot, har danskar kommunur hava skipað fyri, at børn úr øllum landsins kommunum fara at hátíðarhalda drotningina.

Sama kvøld er drotningin vertur við ein galladøgurða fyri gestur úr Danmark og útlondum. Her verður í samstarvi við TV2 skipað fyri undirhaldi.

Á sjálvum degnum »vækkes majestæten med morgensang og viser sig fra et vindue på Fredensborg Slot«, skrivar kongshúsið í skránni.

Síðani fer drotningin at hyggja eftir vaktarskifti á Amalienborg klokkan 12, har hon saman við familju síni stígur út á svalan á Christian IX's Palæ.

Hon fer at koyra í karet gjøgnum Keypmannahavn til ráðhúsið, har undirhald verður, áðrenn drotning fer at vísa seg á svalanum á ráðhúsinum.

Um kvøldið verður hátíðardøgurði á Fredensborg Slotti við gestum innan- og uttanlands.

Sum eitt slag av dessert verður drotningin hátíðarhildin í Tivoli 25. apríl við eini balletgalla. Síðani verður døgurði á matstovuni Nimb, áðrenn Tivoli fer at skjóta serligt festfýrverk fyri hennara hátign.

 

/ritzau/