Marglætisskip kemur á Tvøroyri í morgin

Tíðliga seinnapartin í morgin leggur franska marglætisferðamannaskipið Le Bellot til bryggju á Tvøroyri.

 

- Hyggja fólk út á fjørðin um middagsleitið í morgin, so uppliva tey eina heldur forkunnuga sjón.

 

Tað vita tey í Tvøroyrar kommunu at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at umleið klokkan 13 fer franska marglætisferðamannaskipið Le Bellot at leggja til bryggju á Tvøroyri.   

 

Vælveran á hesum skipi er í heimsflokki, og skipið hevur eisini alla nútímans tøkni umborð.

 

Skipið, sum er bygt í Noregi í 2020, er 131,5 metrar langt, 18 metrar breitt og cruise-ferðin liggur um 14,4 sjómíl um tíman. 

 

Á Tvøroyri vita tey at siga, at umleið 90 ferðafólk eru við Le Bellot, og hesi fara útferðir kring um í Suðuroy.

 

- Skipið kann taka 184 ferðafólk. Her eru 92 luksuskømur, og manningin telur 118, verður lagt aftrat.