Marglætis ferðamannaskip í Havn í dag

Seven Seas Splendor tekur 746 ferðafólk.

Fyrrapartin legði stóra ferðamannaskipið Seven Seas Splendor at kai í Havn.

 

Talan er um eitt sera fínt marglætis ferðamannaskip við 373 suitum. 

 

Har er rættiliga lukseriøst inni – hygg bara eftir videobrotinum niðanfyri her.

 

Skipið tekur 746 ferðafólk, og manningin telir 548.

 

Tað er 224 metrar langt og 31 metrar breitt.

 

Seven Seas Splendor liggur inntil í annaðkvøld klokkan 23.

 

##med2##

 

##med3##