Franski herurin fylgir gongdini, nú vápnaðir somaliskir sjóránarar hava tikið marglætisskipið Le Ponant, har 20 fransmenn og 10 ukrainar eru umborð Hendingin fór fram úti fyri Somaliu í vikuskiftinum, og tað hevur ikki eydnast fronsku myndugleikunum at koma í samband við manningina, síðan sjóránararnir tók valdið umborð franska á skipinum.
Almennar franskar keldur siga, at herurin vil sleppa undan at brúka vald fyri at fáa sjóránararnar at geva skip og manning frá sær aftur, tí stúrt verður fyri trygdini hjá teimum 30 fólkunum umborð.
- Okkum liggur fremst at bjarga manningini á lívi, sigur franski stjórnarleiðarin, Francois Fillon.
Havøkið við Somaliu er eitt tað vandamiklasta í heiminum, og í 2007 vórðu 25 skip rænd av sjóránarum í økinum.
- Vit fara at gera alt, vit kunnu fyri at loysa hetta mál uttan vápnamegi, sigur Francois Fillon.
Sum skilst, hava franskir myndugleikar hvørki havt samband við manningina, ei heldur sjóránararnar, men hildið verður ikki, at skot eru latin av umborð á Le Ponant.
Franska fregattin Le Commandant Bouan er send á leiðina at fylgja rænda marglætisskipinum, og ein kanadisk tyrla er eisini við í átakinum.
Le Ponant er trímastrað og vigar 850 tons. Skipið, sum var á veg inn á Miðjarðarhavið, tá ið tað varð rænt í vikuskiftinum, hevur fýra dekk, matstovur og marglætisrúm.