Margit er fødd og uppvaksin í Havn, dóttir Jens Petur Egholm, skipara, vanliga nevndur Dess, úr Havn og Fridu fødd Djurhuus úr Haldarsvík. Margit átti tveir brøður, Jóan Hendrik, sum doyði í 2001, og sum búði í Esbjerg, og Elias, sum býr í Havn.
Sum ung fór Margit á skrivstovuna hjá Valdemar Lützen at arbeiða. Har var hon í 6 ár, til hon fór at læra til sjúkrasystur.
Tað at verða sjúkrasystir kom at verða hennara lívsstarv. Eftir lokna útbúgving royndi hon seg sum sjúkrasystir bæði í Danmark og Noreg, og heimafturkomin fór hon á Landssjúkrahúsið at arbeiða har hon var til hon fór úr starvið fyri aldur í 1995.
Margit var formaður í Dans Sygepleje Råd, Føroya Deild árini 1969 til 73, og hon hevur eisini verið nevndarlimur í Havnar Sjúkrakassa.
Í 1958 giftist hon við Tummas Paula Thomsen, skipsførara, úr Nólsoy, og tey bæði búsettust í Havn. Pauli andaðist í 1991. Tey fingu tveir synir, Eyðfinn, sum er giftur við Margretu Dalsgaard úr Havn, tey búgva í Havn í barnaheiminum hjá Margit, og Dess, sum er giftur við Kristinu Hoydal. Tey búgva í Stavanger í Noregi. Ommubørnini eru 5 í tali, 3 gentur og 2 dreingir.
Margit er væl kend mynd í Havnar gøtum, og henni dámar sera væl at práta við fólk.
Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 27. apríl millum kl. 11 og 15 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, har vinir og kenningar eru vælkomnir at heilsa upp á Margit.