Nú byrjar uppflytingin til bestu donsku hondbóltsdeildina at hómast hjá føroyska málverjanum, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfeløgum hennara í EH Aalborg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann EH Aalborg stórsigur á heimavølli í oddauppgerðini móti Holstebro. Dysturin endaði við einum 28-17 til liðið úr Aalborg, ið var á odda 15-11 í steðginum.
Talan er um sekstanda sigurin á rað hjá EH Aalborg.
Komandi fríggjakvøld hevur EH Aalborg heimadyst móti AGF.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | EH Aalborg | 17 | 32 |
| 2 | Bjerringbro FH | 16 | 28 |
| 3 | Holstebro | 17 | 28 |
| 4 | Roskilde | 16 | 20 |
| 5 | TMS Ringsted | 16 | 19 |
| 6 | Hadsten | 16 | 11 |
| 7 | DHG | 17 | 11 |
| 8 | Ejstrup/Hærvejen | 16 | 11 |
| 9 | AGF | 16 | 10 |
| 10 | HIK | 16 | 8 |
| 11 | Søndermarkens | 15 | 8 |
| 12 | Gudme HK | 16 | 8 |











