Margit avloysir Áslu

Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan, sum vera á útivølli tíðliga í desembur, skrivar Fótbóltssambandið

Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur, ið higartil er skrásett fyri tveir A-landsdystir, er úttikin til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan - Mynd: Bjarni Enghamar

Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan, sum vera á útivølli tíðliga í desembur, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tveir dystir í UEFA Nations League hjá kvinnum eru á skránni í næstum, tá útidystirnir ímóti Montenegro og Aserbadjan verða spældir ávikavist 1. og 5. desembur. Og harvið verður síðsta punktum fyri føroyska fótbóltsárinum 2023 eisini sett. Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum, og hon hevur nú sett navn á tær 20, ið eru boðsendar til ársins síðstu landsliðsuppgávur.

 

Ein broyting er gjørd í hópinum í mun til seinast. Av persónligum orsøkum er liðskiparin, Ásla Johannesen ikki tøk hesaferð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur.

 

Hópurin:

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

 

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

 

Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)

 

Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)

 

Rúna Jacobsen, HB Tórshavn

 

Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn

 

Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn

 

Sunneva Willemoes, HB Tórshavn

 

Margit Magnusdóttir, 07 Vestur

 

Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík

 

Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík

 

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

 

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík

 

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

 

Malena Olsen, KÍ Klaksvík

 

Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík

 

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

 

Margunn Lindholm, NSÍ Runavík

 

Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur, ið higartil er skrásett fyri tveir A-landsdystir, er úttikin til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan - Mynd: Bjarni Enghamar