HONDBÓLTUR
Søgan hjá StÍF í steypakappingini seinastu árini má sigast at vera rættiliga serlig. Mest sum á hvørjum ári hava teir verið partur av mansfinaluni, og sjálvt um úrslitini ikki altíð hava verið av teimum bestu í landskappingini, so hava teir mest sum gjørt sær tað til ein vana at vinna steypakappingina.
Árið í ár er einki undantak í so máta. Teir hava sum ikki einaferð leikt seg í steypafinaluna, men vegurin til finaluna var ikki lættur. Í hálvfinaluni spældu teir tveir harðar dystir ímóti Neistanum. Tann fyrri endaði við einum trý mála sigri, men í seinna dystinum stóð á gomlum nøglum. Her vóru strandingar aftanfyri við fimm málum eitt skifti í seinna hálvleiki, men teir sluppu við skelkinum, og at enda taptu teir bert við einum máli. Hetta var nokk til at vinna dystin samanlagt, og fyri triðju ferð á rað skulu teir nú møta VÍF í finaluni í Coca Cola-kappingini.
Væntar ein javnan dyst
Leivur Justinusen sigur, at teir hava allar mans tøkar til steypafinaluna leygardagin.
- Marian hevði ligið sjúkur undan seinasta dystinum, men hann er vorðin ordiliga frískur aftur. Annars haldi eg, at allir mans eru tøkir, so tað sær bara gott út.
Leivur sigur seg annars vænta ein javnan og spennandi dyst ímóti vestmenningum, men hann ásannar, at teir skulu spæla upp til sítt besta fyri at vinna.
- Hetta verður heilt greitt ein harður dystur. VÍF hevur eitt gott lið, men eg haldi, at raka vit dagin, so kunnu vit klára teir. Steypafinalur eru altíð spennandi, og eg rokni við, at marginalarnir fara at avgera dystin.
- Seinast vit møttu VÍF í landskappingini gekk ikki so væl. Tá gjørdu vit ov nógvar feilir í álopsspælinum, og hetta bleiv revsa av VÍF við skjótum mótálopum. Leygardagin mugu vit minka um feilirnar, soleiðis at teir ikki fáa líka góðar møguleikar at renna í mótálop.
Verjan og Marian
Sum øllum kunnugt, so hava strandingar ein sera sterkan málverja í rumenska Marian Cirloganescu. Leivur sigur eisini, at hann kann gerast ein sera týdningarmikil spælari í finaluni.
- Marian er ein sera góður málverji, og onkuntíð hevur hann mest sum vunnið onkran dystin einsamallur. Hann verður sjálvandi ein sera týdningarmikil leikari í finaluni, men hann klárar so ikki nakað einsamallur. Verjan hjá okkum verður eisini ein týðandi partur, og fáa vit hana at rigga, so gera vit arbeiði hjá Marian so nógv lættari. Koyrir verjan, so stendir hann eisini væl í málinum.
Annars sigur Leivur, at ein steypafinala er nakað heilt serligt. Hann ásannar, at gongdin í landskappingini ikki hevur verið tann besta hjá strandingum í seinastuni, men hann væntar ikki, at hetta fer at fáa nakra ávirkan á teirra spæl í finaluni.
- Nei, hetta fer neyvan at fáa nakra ávirkan á steypafinaluna. Her eru allir mans altíð fult uppsettir og klárir til uppgávuna, so nú er bara at fara út á vøllin og geva okkum fult út.










