Marginalarnir vóru ímóti okkum

- Hetta var ikki heilt tað, sum vit høvdu vónað, segði Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum eftir fyrsta finaludagin á Isle of Wight.

 

Føroyar vóru væl umboðaðar í finalunum í svimjing í kvøld, men tað gjørdust ikki so nógv gullmerki, sum svimjararnir stílaðu eftir.

 

- Kanska vóru nervar uppi í, men marginalar vóru eisini ímóti okkum. Alt koppaði skeivan veg í kvøld, segði Jon Hestoy.

 

Pál Joensen og kvinnustafettin vunnu gullmerki, og Føroyar vunnu eisini trý silvurmerki og eina bronsu.