Margháttligur tíðindaflutningur

Oddagrein:

Í seinastuni hava vit upplivað margháttligan tíðinaflutning í almenna útvarpinum hjá KVF. Ein søga um studning úr Vinnuframagrunninum til ein tónleikabólk er blást upp til at verða høvuðssøgan í okkara almenna loftmiðli.

 

Í stuttum snýr hetta seg um, at tónleikabólkur hevur fingið studning úr Vinnuframagrunninum til konsertferð uttanlands, hóast reglugerðin sigur, at studningur kann ikki verða latin til konsertferðir. Her kann sostatt vera talan um eitt mistak, men sum grunnar virka um okkara leiðir, so er nevndin suveren, tá tað snýr seg um at tulka reglurnar. Fer ein nevnd av leið í sínum tulkingum, eigur eftirlitsmyndugleikin, landsstýrismaðurin, sjálvsagt at fremja hóskandi tiltøk. Men viðkomandi nevnd er farin frá, nýggj nevnd er tilnevnd og sostatt skuldi hetta mál verið farið.

 

Málið, sum hevur fingið starvsfelagar okkara í Sortudýki at ressast úr bjarnadúri, tykist ikki vera nakað stórt mál. Hartil kemur, at torført er at síggja, hvussu politiski myndugleikin skal kunna seta nøkur tiltøk í verk ímóti nevnd, sum er farin frá. Nýggja nevndin hevur boðað frá, at hon fer at síggja til, at reglurnar verða greiðari og at ráðgevaraskipanin verður strammað upp.

 

Hóast hendingin við studninginum til konsertferðina kann tykjast átaluverd, tykist viðgerðin hinvegin í útvarpi kringvarpsins vera ein stormur í einum vatnglasi. Okkara almenni tíðindastovnur hevur serstakliga fokuserað á ávísan ráðgeva, sum hevur mælt til nevnda studning og hevur umrøðan verið bæði ógvuslig og margháttlig. Umrøðan hevur verið kryddað við primitivum effektum, løgfrøðiligum statistum og sera løgnum innsløgum, eitt nú við, at yrking hjá faðir ráðgevans og sum viðkomandi ráðgevi hevur sett lag til, varð send millum innsløgini. Hetta er alt sera løgið, minnir ikki sørt um persónsforfylging og ein má spyrja, um tað veruliga er soleiðis, at tíðinatænastan í almenna loftmiðli okkara tulkar ásetingarnar í kringvarpslógini um public service skylduna.

 

Í grein 10 í kringvarpslógini er nevniliga ásett, at Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Okkara almenni miðil skal sostatt leggja dent á óhefta upplýsing í sínum virksemi og spyrjast kann, um tíðindaleiðslan veruliga metir henda groteska útvarpsleikin í tíðindasendingini vera sameinligan við public service ásetingarnar í kringvarpslógini.