Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt inni í marghøllini í Vági, sum varð reist í november í fjør.
Tveir bygningar eru bygdir inni í høllini, har m.a. skiftirúm og skrivstovur eru. Grús og asfalt er lagt á, og nú verður farið at leggja grøna undirlagið - vøllin.
Sostatt nærkast dagurin, at høllin kann takast í nýtslu. Sambært stigtakarum, kann spælast á vøllinum í komandi viku.
Enn er ongin almenn fráboðan tó komin um, nær høllin alment verður tikin í nýtslu, men sum skilst er dagurin ikki langt burtur.