Í morgin er Marghøllin í Vági karmur um sera stórt heilsuátak.
Fyrrapartin klokkan 9.00 savnast allir fólkaskúlanæmingar í Suðuroynni í høllini til ein rørsludag.
Og seinnapartin verður hol sett á eitt sera stórt alment heilsuátak, har gongu, súkklu, rennitúrur eru á skránni, umframt eisini venjigartími er í Marghøllini, har ein kann styrkja lendar, búk og meira, umframt at ein kann gera fitness í Pálshøll, nevnt aquafitness, eins og at heitir pottar, sauna og dampbað kann roynast.
Eisini er fyrilestur á skránni, har kendur danskur sjónvarpsvertur Henrik Duer kemur at greiða frá um sunnan lívsstíl og viðvarðandi vekttap. Tað er rørslufelagið í Suðuroynni, Hvistan, ið skipar fyri átakinum BETRI Heilsa, har almenni parturin byrjar klokkan 15.30.