Marghøllin: dúkurin klárur á mønuni

Ætlandi kemur dúkurin á marghøllina mánadagin.

Fyrrapartin í gjár varð marghøllin í Vági reist, og seinnapartin í gjár lyfu stóru kranarnir dúkin upp á mønuna, har hann liggur rullaður saman sum ein pylsa.

 

 

Marghøllin er stálkonstruktión, og so ein serstakur dúkur, sum verður spentur yvir. Dúkurin verður rullaður av mønuni, og yvir alla høllina, og verður so spentur væl, og festur niðast við.

 

 

Arbeitt hevur í dag verið við reistu konstruktiónini, og ætllandi verður dúkurin rullaður yvir høllina mánadagin.