Gongst sum ætlað, verður ein marghøll til innanduafótbólt og alskyns onnur innandura endamál, klár at taka í nýtslu í Vági í oktober.
Vága býráð hevur nú samtykt at seta verkætlanina á skinnarar og tað merkir, at høllin verður bíløgd nú. Hon kemur til Vágs í summar og verður so sett upp í heyst og eftir ætlan verður hon klár at taka í nýtslu í oktober.
Vágs býráð játtaði tvær milliónir til høllina í fjør og somuleiðis eru tvær milliónir játtaðar til hana í ár. Og nú er eisini samtykt at játta 1,5 milliónir til høllina næsta ár, soleiðis at innskotið frá Kommununi verður 5,5 milliónir tilsamans.
Annars skal ítróttarráðið standa fyri høllini, men Vágs Kommuna fer at játta pening til rakstur, rentur og avdráttur. í hesum sambandi verður leigusáttmáli skrivaður við høllina sum tryggjar stovnum hjá Vágs Kommunu atgongd til hana.
Harafturat útvegar Vágs býráð eitt grundstykki til høllina inni á Oyrunum, beint við Pálshøll.
Talan verður um eina risahøll, hon verður 75,5 metrar long og 50 metrar breið og sjálvur vøllurin verður ein hálvur vøllur við graslíki á, hann verður 60 metrar langur og 40 metrar breiður. Upp undir tróðrið er høllin 15 metrar høg og við útveggirnar er hon sjey metrar.
Høllin hevur berandi bjálkar úr stáli, men annars er klædningurin úr tunnum, klárum plátum, sum lata alt dagsljós sleppa inn.
Ongin hiti er í sjálvari høllini, so rakstrarútreiðslurnar eru ógvuliga avmarkaðar, men hiti er í umklæðingarrúmum og fundarhølum, og øðrum hølum, sum eisini eru í høllini. Annars kostar høllin 14 milliónir við øllum.
Høllin kemur til landið sum eitt byggisett, sum kann setast upp upp á nakrar heilt fáar vikur, og hóast klædningurin er tunnur, er hann avbera sterkur, tí hann tolir vind upp í 59 metrar um sekundið.
Ætlanin er, at høllin skal brúkast til alskyns endamál, bæði til fótbólt og frælsan ítrótt, men annar er upprunaliga ætlanin um at hann eisini skal vera hondbólts- og tennisvøllur, slept. Ein orsøk til tað, er, at hondbóltsvøllur er í Ítróttarhøllini á Eiðinum. Men við endaveggin á marghøllini verður harafturat ein 12 metra høgur klintriveggur.
Men harumframt verður høllin opin fyri innandura virksemi hjá barnagørðum, skúlum og eldri.
Tey hava eisini fingið stuðul frá Fótbóltssambandinum til høllina, men nakað krónutal er ikki sett á, og aðrir møguleikar fyri stuðuli verða eisini kannaðir.