Í dag, mikudagin 30. mars, fara tey í Margarinfabrikkini, at seta leggja støðuna í Miðeystri og í Norðurafrika undir sjóneykuna. Tiltakið byrjar klokkan 14.30, tá ið børnini fáa høvi at smakka mat úr hesum fjarskotnu londum, sum vit hoyra so nógv um í hesum tíðum.
Klokkan 15 fer samfelagsfrøðingurin, Heini í Skorini, at halda fyrilestur fyri okkum um fólkaræði, uppreistur, einaræðisharrar, hermenn og tað sum annars hendir í Miðeystri og Norðurafrika í løtuni.
Í annaðkvøld, hóskvøldið 31. mars, klokkan 20, verður tiltakið endurtikið fyri ungdóminum.
Tiltøkini eru ókeypis og øll børn og ung eru vælkomin, sigur Margarinfabrikkin.









