Margarinfabrikkin hevur marknaðardagar

Sunnudagin 4. september frá kl. 13 til 18 hevur Barna- og ungdómshúsið Margarinfabrikkin í Havn stóran marknaðardag, har ein og hvør kann melda seg til at selja, hvat tey hava hug til. Margarinfabrikkin fer at selja ymiskt til matna, so sum belgiskar vaflur, pylsur, soft ice og annað gott, umframt at børn og ung frá Margarinfabrikkini, fara at undirhalda við tónleiki og dansi.

Øll sum hava eitthvørt tey ikki hava brúk fyri longur ella tey hava enva sjálvi, eru vælkomin at selja klæðir, lutir, útgerð og annars alt tað, sum mann kundi hugsað sær.

Kostnaðurin er 250 krónur fyri borði.

Hesar 250 krónurnar sum koma inn, fara í eina pulju, sum skal nýtast til spennandi upplivingar fyri børn og ung í Margarinfabrikkini.

Øll ið ynskja at luttaka á degnum sum er fyri øll, kunnu lesa meira um tiltakið á www.fabrikkin.fo <http://www.fabrikkin.fo>