Margaret Thatcher, baronessa, er deyð eftir eitt hjartaslag í morgun, 87 ára gomul, sigur talsmaður hennara, Lord Bell.
- Tað er við stórari sorg at Mark og Carol Thatcher boða frá, at móðir teirra, Thatcher, baronessa, doyði stillisliga eftir eitt hjartaslag í morgun, segði Lord Bell.
Hann segði, at boða verður nærri frá seinni.
Tað skriva enskar heimasíður, eitt nú Sky News, fyri løtu síðani.