Margar M. Berg úr Havnar Telvingarfelag vann páskaaftan FM í kappingini millum unglingar. Talan var um ógvuliga spennandi kapping. Margar vann 6,5 stig, og í hølunum á honum vóru fimm telvarar, sum vunnu 6,0 stig. Í síðsta umfarinum hevði Margar svarta fólkið ímóti Vagni Dam. Talvið endaði remis.
Herborg Hansen hevði møguleika at røkka 6,5 stigum, men hennara talv ímóti Einari Gregersen endaði eisini remis.
Eftir 9 umfør: Margar M. Berg, HT, 6,5 stig, Bogi Hansen, KTF, Herborg Hansen, KTF, Vagnur Dam, Rókur, Rúni Vormadal, VT, og Einar Gregersen, KTF, 6,0 stig. Høgni Egilstoft Nielsen, ST, Heiðrikkur Jacobsen, HT, Hjalti Toftum Jógvansson, HT, Dánjal P. Jacobsen, KTF, Johan Hentze, Rókur, og Jóhann Vormadal, VT, 5,0 stig.
Kappingin var í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.










