Margáir vera aftur í fremstu røð

Jóhann Hansson Joensen skoraði við fínum skoti sigursmálið, tá ið EB/Streymur tryggjaði sær plássið í bestu deildini

Jóhann Hansson Joensen skoraði sigursmálið, tá ið EB/Streymur við 1-0 sigri á útivølli ímóti TB tryggjaði sær rættin til eisini í 2022 at vera partur av bestu deildini

EB/Streymur fer eisini í 2022 at spæla í bestu deildini. Tað er greitt, eftir at gestirnir eru við at rigga av í Trongisvági, har fyrsta bríksl í útsetta jóansøkudystinum var longu klokkan 15.

 

Í viðførinum norður aftur í kvøld hevur EB/Streymur 1-0 sigur, sum ber við sær, at liðið undan tveimum teimum síðstu umførunum hevur 25 stig og er á sætta plássi. ÍF er næstaftast við 16 stigum. TB er aftast við trimum stigum.

 

Sigursmálið skoraði EB/Streymur eitt korter undan dystarloki. Ragnar B. Danielsen legði væl innfyri úr høgru, og eftir lítið kiks í verjuni endaði tað við, at Jóhann Hansson Joensen úr 15 metrum og mitt fyri smekkaði bóltin upp í nettakið. Hetta var fyrsta málið hjá 20 ára gamla Jóhann, síðani hann í summar flutti úr B36 og til EB/Streym.

 

Gestirnir vóru mest á bóltinum, og teir høvdu flestu spentu støðurnar og onkra góða roynd ímóti málinum, har Andreas Heggen onkra ferðina bjargaði heilt væl.

 

TB royndi at samanspæla, og tað vóru ikki so nógv mistøk í uppspælinum, sum tað fleiri ferðir fyrr í ár hava verið. TB hevði onkrar góðar støður, men tað var ongantíð heilt vandamikið frammanfyri Róa Zachariasen í málinum.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum skal TB spæla á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum skal EB/Streymur spæla á útivølli ímóti KÍ og so verður rundað av ímóti B68 í Hólmanum á Eiði.

 

Næsta ár fer TB at spæla í næstbestu deildini.

 

Næsta ár fer EB/Streymur at spæla í bestu deildini. Tá verður heimavøllurin við Margáir í Streymnesi.

 

TB - EB/Streymur 0-1 (0-0)

 

0-1: Jóhann Hansson Joensen 77.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

TB: Andreas Heggen – Jens Erik Bruhn, Dánjal Godtfred, Ndende Adama Guyé, Oddmar Nybo Jespersen - Nikolei Johannesen, Moro Ibrahim, Filip Djordjevic (Andreas Midjord, 61.), Gilli Augustinussen – Jóhan Renéson Thomsen, Samudeen Musah

 

Gult kort: Jens Erik Bruhn

 

Venjari: Helen Lorraine Nkwocha

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ári Arge – Ronnie Møller-Iversen, Árni G. Olsen, Símun Sólheim, Jóhann Hansson Joensen – Tóki Johannesen (Hans Pauli Samuelsen, 56.), Niklas T. Kruse (Arnbjørn Hansen, 59./Gutti Dahl-Olsen, 82.)

 

Gult kort: Andras Ó. Olsen

 

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

 

 

252221961068
Víkingur251852582459
HB251744802255
B36251195493142
NSÍ251258473641
EB/Streymur257414275025
07 Vestur257414316825
B68255416266519
ÍF254417246316
TB25032215843

 

Sunnudagin 24. oktober

 

KÍ – EB/Streymur

 

ÍF – NSÍ

 

B68 – TB

 

B36 – Víkingur

 

07 Vestur - HB

 

 

 

 

 

Jóhann Hansson Joensen skoraði sigursmálið, tá ið EB/Streymur við 1-0 sigri á útivølli ímóti TB tryggjaði sær rættin til eisini í 2022 at vera partur av bestu deildini