Maren Malena Thomsen: Misti tveir beiggjar og doyði sjálv sama ár

Í kirkjugarðinum undir Svínaryggi eru nógv jarðað, sum eru av bygd. Stórur partur av teimum er deyð á Sanatoriinum i Hoydølum. Teinurin til heimbygdina hevur verið ov langur, tí er seinasta minni um tey í Havn. Ein av teimum er Marin Malena Thomsen úr Sumba

Marin Malena, kallað Lena, var fødd 21. februar 1885. For­eldur henn­ara vóru Elsebeth Susanne Hammers­høj, kallað Elsbe­sanna í Geil­ini (1855-1924) og Daniel Thomsen (1852-1921). Bæði vóru úr Sumba og giftust í Sumbiar kirkju 1. november 1875. Tey fingu tilsamans 8 børn.
Samb. Poul F var Dánjal ein tiltikin bjarga-, búnaðar- og sjógarpur. Hann var sonur tann í somu verkum gitna Dánjal undir Hamri, sum varð løntur við heiðursmedalju í gulli fyri sítt mánaðarlanga áhaldandi strev fyri á einhvørjan hátt at ganga teimum sjúku til handa, tá ið øll Sunnbiarbygd við sín­um 28 húsum lá niðurfeld við meslingum í 1847. Eitt tíðar­skeið var hann einans sjálvur triði á fótum í allari bygdini.
Dánjal, pápi Lenu, doyði sjálvur 70 ára gamal av óhappi í bjørgunum.
Marin Malena giftist við Johan Samuelsen av Liða í Sumba f. 17. mai 1886.
Hon gjørdist ikki gomul og doyði longu 3. desember 1914, 28 ára gomul á Sanatorinum í Hoydølum. Sumba var langt burtur, og tí er hon jarðað í Havn. Men enn er hon ikki gloymd, hetta vísir hennara væl hildni gravsteinur.
Lena og Johan fingu tvær døtur. Tann eldra var Kristina (1911-73). Hon giftist við Johannes Hentze (1905-1963) av Tvøroyri. Tey fingu børnini Aina, Fanny, Knút, Henning og Mary.
Kristina var tískil bert trý ára gomul, tá ið hon misti mammuna. Mamman má hava ligið longri tíð í Hoydølum, tí Kristina vitjaði hana á Sanatoriinum.
Yngra dóttirin var Elsa Súsanna (1912-1913). Hon var fødd við breki og gjørdist bert hálvt ára gomul.

Nógvir sorgarleikur
Ættarsøgan hjá Lenu hevur nógvar aðrar sorgarleikir, og skal nakað av søguni hjá hennara systkin takast við í hesi grein.
1914 hevur verið eitt lagnuár hjá hesum systkjum. Umframt Lenu ganga tveir brøður burtur við Robert Miller. Teir vóru Niels Jacob, 25 ára gamal, og Jacob, 34 ára gamal. Hann var giftur við Maren Malena Sofie Kjærbo úr Gomlustovu í Sumba f. 1883. Tey áttu fimm børn, tað yngsta var ikki ársgamalt.
Tað fórust 11 mans við Robert Miller. Teir fóru 13. mars út á Føroya Banka at royna, og teir spurdust als ikki aftur. Hildið var at teir vóru farnir til Íslands og vóru farnir í einum illveðri sum tá var. Teir báðir brøðurnir vóru bestamann og tiltiknir raskir. Tað fóru seks sumbingar við Robert Miller.
Elsta systirin, Susanne Birgithe Marie, kallað Gitta f. 1876 giftist við Hend­rik Mikal Jacobsen úr Søldar­firði. Hann kom sum nógvir fiski­menn til Vágs og fekk sær konu har í Sumba. Hann kom at arbeiða sum timbur­maður. Hendrik var abbabeiggi millum onnur Eiler Jacobsen. Teir vóru tríggir brøður, sum fluttu til Suðuroyar. Hinir vóru Petur Kristian og Sámal.
Hann druknaði í Bagl­hólmssundi 9. apríl 1918, bert 41 ára gamal. Poul F. greiðir frá, at vágbingar skóru torv í Hólmskorahaganum. Hend­an dagin fóru Hendrik, 16 ára gamli sonurin Dánjal Petur, kallaður Petan, sam­an við tveimum øðrum við báti eftir torvi. Veðrið var av tí besta, og tí lá væl fyri at ferma bátin. Sunnan fyri Víkabyrgisfjørð liggur Bagl­hólmur. Í sundinum innanfyri rekur sera hart í hørðum streymi. Teir løgdu sum vant á sundið, men streym­urin var so harður, at bátur­in fór skeivur. Báturin setti inn móti hólminum og stevn­ið brotnaði. Báturin fylt­ist, og allir fýra fóru í havið.
Dánjal Petur og ein av hinum varð av streymi settur móti einum skeri, har teir sluppu upp.
Tað var ov langt at leypa upp á land, men so kom eitt brot, sum skolaði teir av skeri­num inn á land. Teirra fyrsta hugsan var hinir felagarnir, men tað sást einki til teirra.
So hesir báðir máttu ta tungu gongd til Vágs við hesum feigdarboðum, at annar hevði mist sonin, og hin hevði mist pápan.
Tveir mánaðir seinni var Poul F saman við pápanum á veg til útróðrar. Tá sigla teir seg fram á eitt lík. Hetta var undir hesa tíðina, at heimsbardagin leikaði, so teir hildu at hetta mundi vera ein útlendingur av onkrum søktum skipi. Men so sóu teir á klæðunum, at hetta mátti vera ein føroyingur. Teir tóku so líkið til lands og fingu staðfest við upplýsingum frá konuni um klæðini, at hetta var Hendrik.
Pápi Poul F hevði á máli, hvussu merkiligt tað var, at hann í mjørka burtur úr fleiri bátum, skuldi stýra beint á líkið av sínum besta vini tveir mánaðir eftir, at hann var farin.
So varð farið til Vágs við líkinum, og Hendrik var undir stórari samkenslu frá allari bygdini og aðra staðni frá jarðaður í Vágs kirkjugarði.
Poul skrivar eisini, at tað hevði ikki verið løgið um Dánjal Petur ikki fór á sjógv aftur eftir hetta, sum honum hevði verið fyri. Men hann var av betri bergi brotin enn so, bæði norðan- og sunnanfjørðs. Hann gjørd­ist ein av okkara bestu sjó­monnum og førdi í mong ár skip hjá garðamonnum.
Tað kann hava áhuga, at yngsta dóttirin f. 6. Januar 1918, Henrikka, giftist við Bill Old, bretskum hermanni. Hon fekk ein son í 1947, men doyði í barsilssong, bert 29 ára gomul. Sonurin varð sjálvsagt uppkallaður eftir mammuni.
Tann yngsti beiggin var Thomas Pauli f. 1899. Hann var giftur við Sunnevu Katrinu Nielsen f. 1901.
Poul F. skrivar um Thomas Paula, at hann hevur kunnað stað­ið fremstu monn­­­um við lið, og at hann í sín­­­um ára­langa virki sum sjó­­mað­ur bæði við slupp og trol­­ara hevur verið djarvur og lagaligur.
Hini systkini hjá Lenu vóru:
Dánjal, giftur við Elin Nielsen
Ebban, gift við Petur Kjærbo
Sunneva Maria, gift við Johannes Rudolf Hansen úr Gásadali.
Johan, sum var giftur við Lenu, giftist aftur við Onnu Joensen, og fingu tey trý børn. Johan gjørdist út móti 100 ára gamal.

Keldur annars:
Fanny Jacobsen
Heðin Samuelsen á Shell
Henrik Old
Maria Jacobsen
Poul F. Joensen


Í komandi parti verður greitt frá Jens Christian Guttesen, forfaðir til nakrar av bestu sangarum og tónleikarum í Føroyum