Marco Reus verður ikki við ímóti Føroyum

Marco Reus hevur magatrupuleikar

Føroyska fótbóltslandsliðið fær so ein fantastiskan, týskan fótbóltsspælara minni at ansa eftir, tá Føroyar og Týskland spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli, týskvøldið klokkan 19.45.

 

Evnaríki framrættaði miðvallarin, tann 24 ára gamli Borussia Dortmund spælarin, Marco Reus, sum eisini hevur roynt seg sum vongur, verður ikki við á ferðini til Føroya.

 

Marco Reus hevur ikki verið við til tær seinastu venjingarnar hjá tí týska fótbóltslandsliðnum. Hann hevur havt stórar trupuleikar við maganum seinastu dagarnar, og tí er ikki ráðiligt, at hann kemur við til Føroya.

 

Stóra týska fótbóltsblaðið "Kicker" væntar, at tað verður antin Julian Draxler hjá Schalke04 ella André Schürrle hjá Chelsea, sum yvirtekur plássið hjá Marco Reus.