Marcelo er ikki til at steðga

Fótbóltur: Vágbingar vórðu sektaðir fyri, at teir vóru líkasælir í uppspælinum og ikki nóg avgjørdir í royndunum móti málinum

Á midnátt í fyrrakvøldið tørnaðu landararnir til á uppboðssøluni á Toftum. Og sjálvsagt var lagið gott. Fleiri av spælarunum, sum fyrr um kvøldið vóru komnir aftur úr Vági, vóru millum landararnar, og maðurin, sum stílaði fyri, var formaðurin í Tofta Ítróttarfelag, Niclas Davidsen. Fótbóltshugaðu bygdarmenninir rættu hondina, og harvið var tónin sligin ann til eina náttarlanding, har tað ? sjálvt um menn vóru ferðatroyttir og móðir av at stríðast á Vágseiði ? kom nógv av skafti.

Teir, sum nú manna liðið hjá VB, minnast ikki so nógv tað, ið gekk fyri seg í fótbóltshøpi í Vági fyri næstan tjúgu árum síðani, men veteranarnir, sum nú standa kring vøllin og hyggja at, komast væl við venjaran hjá B68, Bjørn Krogh. Hann var blaðungur, tá hann fyrst í áttati árunum var venjari og stuðulsspælari hjá VB.

Hetta var triðja fótbóltsferðin hjá Bjørn Krogh til Vágs í ár, og danska orðatakið, at tredje gang er lykkens gang, royndist satt í hesum førinum. Í báðum steypadystunum endaði VB omaná, men í landskappingini vann B68 fyrsta sigurin síðani 1993.


Øktu og vardu

B68 kom á odda, tá fyrra umfarið var næstan hálvrunnið. Í 1. hálvleiki hevði B68 lotið undan, og í steðginum varð nógv tosað um, at nú skuldi bindast fyri, og at heimaliðið ikki skuldi fáa møguleika at koma afturíaftur fyrstu løtuna eftir steðgin.

Og so gekk tað ikki øðrvísi, enn at í staðin fyri mál til VB, var tað B68, sum skoraði og harvið økti til 2-0, og so var setningurin fyrst og fremst at verja leiðsluna.

Sum 2. hálvleikur leið, og lotið datt mest sum burtur, datt spælið alt meiri móti málinum hjá Magnusi Poulsen. VB tiltuskaði sær eina røð av hornaspørkum, men teir megnaðu ikki at skora mál, og sum tað leið fram móti dystarenda gjørdist tað alt meiri týðuligt, at spælararnir ikki megnaðu at varðveita vónina, og síðstu løtuna, tá B68 hevði sett Øssur Jacobsen inn í álopið, var um reppið, at teir øktu.


Marcelo óførur

Vágbingar spældu við mest sum vanligu uppstillingini. Lagt varð upp til, at Krzysztof Popczynski, Dan Djurhuus og Jón Pauli Olsen, stuðlaðir av Milan Culjic, skuldu skapa møguleikar og umseta til mál og stig, men tað eydnaðist ongantíð, sjálvt um teir einar tvær ferðir í 1. hálvleiki høvdu møguleikar. Og tað komst ikki minst av, at B68 arbeiddi væl í verjupartinum, har Finn Mørk var álitisfullur á aftasta manni, og har Fróði Clementsen og Signar Johannesen vóru raskir miðverjar.

Brasiliumenninir gerast alt meiri týdningarmiklir hjá B68. Hesa ferð vóru Marlon og nýklækti landsliðsmaðurin Fróði Benjaminsen hangandi, og frammanfyri teir var Marcelo einsamallur.

Marcelo tykist rættuliga hava fingið luft undir veingirnar og mál í skógvarnar. Fyri góðari viku síðani skoraði hann tríggjar ferðir í Fuglafirði, og hesa ferð skoraði hann tvær ferðir í Vági. Í báðum førunum var hann bæði raskur, skjótur og vísti góðan bóltførleika, og í báðum førunum var talan um stak klossut spæl í miðverjuni hjá heimaliðnum, sum sløsaði so mikið nógv í at spæla tvørtur um, at Marcelo kom ímillum, fekk fatur á bóltinum, megnaði at gera seg breiðan og fara frá verjumonnunum og at vera nóg kaldur, tá Bjarni Johansen var síðsti og einasti skansin.jh


VB-B68 0-2 (0-1)

0-1: Marcelo 20

0-2: Marcelo 46


VB: Bjarni Johansen ? Marner Richard, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Magni Jacobsen ? Jón Gærdbo, Milan Culjic, Tórður Holm, Jón Pauli Olsen, Krzystof Popzynski, Dan Djurhuus


B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Fróði Clementsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Messias ? Sámal Erik Hentze, Oleif Joensen, Marlon, Fróði Benjaminsen ? Marcelo.